Politikkur

Almenni listin í Runavíkar kommunu hevur uppstillingarfund

Týskvøldið 7. mai hevur almenni listin í Runavíkar kommunu, vanliga Listi A til kommunuvalið, uppstillingarfund í Løkshøll.

2024-05-07 06:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Kommunuvalið er fyri mong fyrsta stigið inn í politiskt arbeiði. Tí hava fyrireikarnir skipað fyri, at Bergmann Finnsson kemur at greiða frá um kommunustýrislógina, kommunuval og hvat tað annars merkir at sita í einum býráði.
Síðan kemur fundurin við uppskotum til valevnir, og listin skal hava stillarar, sum eisini verða funnir á fundinum. Sum siður er, verður endað við tjóðsanginum.

Dyrnar lata upp kl. 19.30, tá drekkamuður verður at fáa. Uppstillingarfundurin byrjar kl. 20.00.

Fyrireikarnir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder