Ítróttur

Almenn móttøka fyri føroysku bogaskjúttunum

.

2025-07-18 12:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

VÁGA KOMMUNA:


Vágaskot, Bogaskjótisamband Føroya og Vága kommuna bjóða mánadagin 21. juli kl. 19.00 til almennu móttøku fyri føroysku bogaskjúttunum, sum hava staðið seg sera væl á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum. Móttøkan verður í hølunum hjá Vágaskot í Miðvági, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Føroysku íðkararnir hava vunnið fleiri heiðursmerki í bæði einstaklinga- og liðkappingum, og úrslitini hava vakt ans og virðing millum hinar luttakandi oyggjarnar á Oyggjaleikunum í ár.

Sum kunnugt hevur Vága kommuna bjóða seg fram at vera vertur fyri bogaskjóting á Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027. Fyri góðum ári síðan var altjóða oyggjaleikanevndin (IIGA) vitjað, har kappingarnar í bogaskjóting eftir ætlan skulu fara fram á fótbóltsvøllinum í Miðvági.

Vit gleða okkum bæði at hátíðarhalda bragdið í Orknoyggjum og at leggja lunnar undir enn eitt stórt ítróttartiltak til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.F

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder