Vinna

Almenn móttøka fyri Albert fríggjadagin

.

2024-12-17 23:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

VÁGA KOMMUNA:

Fríggjadagin 20. desember verður almenn móttøka fyri Albert Thomassen, fíggjarleiðara, sum fer frá vegna aldur. Móttøkan verður í Virkishúsinum við Ánna frá kl. 14.00 til 16.00.

Albert Thomassen hevur í fleiri áratíggjur starvast í Vága kommunu, men hevur nú valt at leggja frá sær. Albert byrjaði sína kommunalu yrkisleið sum skrivari í Sandavágs kommunu tann 1. august 1991, og í áratíggju hevur hann havt sína føstu gongd oman á Hammershaimbsveg 1. Fyrstu tíðina var Albert einsamallur á skrivstovuni, men sum fráleið vórðu fleiri fólk sett í starv.

Men hansara kommunala yrkisleið byrjaði longu nógv fyrr. Longu 1. januar 1981 byrjaði Albert at taka sær av bókhaldinum hjá Sandavágs kommunu. Sostatt eru tað nú 43 ár síðani hann byrjaði innan kommunala fyrisiting. Við síni drúgvu og støðugu tilgongd er Albert vorðin eitt kent andlit og ein lyklapersónur í kommunalum viðurskiftum.

Vága kommuna vil takka Albert fyri hansara mongu ár í tænastu hjá kommununi. Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna at heilsa uppá Albert og ynskja honum blíðan byr framyvir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder