2024-11-02 10:30
Allahalganna kvirra í Sandavágs kirkju.
Sunnudagin 3. november kl. 17.00
Allahalgannadag minnast vit okkara kæru, sum undan eru farin. Vit geva høvi til kvirru, bøn og andakt og til ber at kveikja ljós. Vit syngja sálmar og hoyra lestrar. Og vit hoyra stillar meditativar tónleikaframførslur við Elsu Mariu Kongslíð, sum spælir tvørfloytu og Biritu Dam, sum spælir viola. Eisini fara Dorthea H. Dam og Óluva D. Ísheim at syngja og spæla.
Smurt breyð verður í meinigheitshúsinum aftaná løtuna í kirkjuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kirkjuráðið saman við prestunum Marjun í Kálvalíð og Ingu Poulsen Dam
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald