Vinna

Álitisfólk kallað á fund um semingsuppskot

-

2022-01-12 15:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Starvsfelagið kallar øll álitisfólk, ið starvast á sáttmálaøkinum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, inn til fund í morgin, hósdagin 13. januar kl. 10.00 í Smæruni Í Havn, í sambandi við semingsuppskot í sáttmálasamráðingunum.

Tey, ið ikki hava møguleika at møta orsakað av fjarstøðu, sóttarhald, sjúku o.l., hava møguleika at vera á Teams. Tey mugu siga frá í seinasta lagi hósdagin áðrenn kl. 9.00 hjá [email protected] ella tlf. 214768.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder