Vinna

Alingin í Vestmannasundi hevur gingist væl

Vit eru sera væl nøgdir við fyrstu royndirnar at ala laks í Vestmannasundi, sigur Atli Gregersen stjóri á Hiddenfjord.

2024-01-19 10:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Smoltini vóru sett út seinasta summar, tað vóru stór smolt, sum vóru sett út, laksurin er vaksin væl í sundinum, vit eru væl nøgd, nú vit taka á fyrsta sinni í Vestmannasundi.

Hetta hevur verið sera spennandi sigur Atli, tí í sundinum er nógv rák, tað gevur stórar avbjóðingar, men tað hevur gingist væl, laksurin er væl fyri og er vaksin skjótt.

Alt verður tikið nú, og so seta vit út aftur í vár/summar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder