Vinna

Akraberg hevur fiskað 900 tons í 29 dagar

Akraberg fór av Fuglafirði 9. apríl, teir hava roynt í Barentshavinum.

2025-05-14 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Akraberg, sum  fór at sigla heim úr Barentshavinum mánadagin, kemur á Fuglafjørð í kvøld við 900 tonsum av avhøvdaðum frystum fiski, teir hava fiskað í 29 dagar.

Meginparturin er toskur - so hava teir eisini eitt sløð av hýsu, upsa og kongafiski.

Teir landa í Fuglafirði, tað eru 23 mans við, skipari hendan túrin er Eyðun á Bergi.

Komandi tú fara teir at fiska rækjur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder