Politikkur

Áheitan á Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum

Áheitan á Una Rasmussen, landsstýrismann í fíggjarmálum um at fylgja samgongu-skjalinum og taka av rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur hjá fíggjarmálaráðnum.

Ingrid S. Henriksen og Thordis Skaalum handa her Magnus Rasmussenundirskriftir um avtøku av 70 ára fráfaringaraldrinum hin 2. apríl 2019. Bozena Rasmussen manglar á myndini.

Ingrid S. Henriksen og Thordis Skaalum handa her Magnus Rasmussenundirskriftir um avtøku av 70 ára fráfaringaraldrinum hin 2. apríl 2019. Bozena Rasmussen manglar á myndini.

2022-02-28 09:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vit ganga út frá, at nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ynskir at burturbeina allan mismun mótvegis teimum eldru á arbeiðsmarknaðinum eins og Tórshavnar Kommuna boðaði almenninginum frá hin 17. februar 2022.

Landsstýrismanninum kunnugt varð lógaruppskot lagt fyri tingið í 2019, ið skuldi burturbeina allan mismun á arbeiðsmarknaðinum. Aldur er sum kunnugt ikki sakligt atlit sambært fyrisitingar-reglunum. Eftir fyrimynd frá m.a. Danmark, sum við lóg hin 1. jan. 2016 setti forboð móti at fremja mismun á arbeiðsmarknaðinum, hetta grundað á kyn, uppruna, aldur v.m., varð lógaruppskot lagt fram. Tíverri datt hetta lógaruppskot burtur, tá val varð útskrivað.

Eftir valið varð í samgonguskjalinum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin staðfest at ”Aldurin eigur ikki at vera avgerandi fyri, nær farið verður av arbeiðsmarknaðinum” og at “Meginreglan er, at førleikin og ikki aldurin skal avgera, nær farið verður av arbeiðsmarknað-inum”.

Vit ganga út frá, at nýggi landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum ætlar at fylgja samgonguskjalinum viðv. fráfaringaraldri, soleiðis at fráfaringaraldurin hjá tí almenna nú verður strikaður.

Á sama hátt sum fólk, ið eru sjúk, so sum blind ella hava annað heilsuligt brek, verða vard móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, hava tey eldru í Føroyum tørv á og rætt til at verða vard móti mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Nú má tíðin umsíðir verða komin til handa, at tey eldru í Føroyum sleppa undan diskriminering og  fáa frían rætt at luttaka á almenna arbeiðsmarknaðinum – um hugur og orka er til tess.



Tórshavn, hin 27. februar 2022



Ingrid S. Henriksen                                 Thordis Skaalum                                Bozena Rasmussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder