Politikkur

Áhaldandi skuldarvøkstur, um kósin ikki verður rættað til

Føroyar hava ikki ein bráðfeingis skuldartrupulleika í dag, men úrslitið av haldførisgreiningini vísir, at verða inntøkurnar ikki øktar ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað fer at elva til ein áhaldandi skuldarvøkstur..

2026-10-12 19:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyar hava sum nú er eina lutfalsliga lítla skuld, men verða inntøkurnar ikki øktar ella útreiðslurnar skerdar, má ein vaksandi partur av almennu útreiðslunum fíggjast við lántøku, og tað elvir til ein áhaldandi skuldarvøkstur.

Tá ið skuldin er lág og ikki veksandi, hevur landið ráð til at rinda skuldina aftur uttan stórar avbjóðingar. Veksur almenna skuldin og gerst ov stór, kann tað gerast truplari at rinda skuldina aftur, serliga um Føroyar koma í fíggjarligar trupulleikar ella um búskaparvøksturin hasar av.

Er skuldin veksandi, mugu land og kommunur hava áhaldandi størri avlop til at gjalda skuldina aftur við. Um ikki, noyðast landið og kommunurnar at hækka skattirnir ella minka um útreiðslurnar til almennu tænasturnar og veitingarnar, fyri at hava pening at nýta til at gjalda veksandi skuldina niður. 

Eitt annað, ikki óhugsandi árin av eini vaksandi almennari skuld, er at hon kann elva til fólkafráflyting.

Ein røtt fíggjarstýring forðar fyri, at tamarhaldið verður mist á almenna skuldarvøkstrinum. Búskaparráðið mælir politisku myndugleikunum til at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk, so løtupolitikkir uttan atlit at avleiðingum á fíggjarpolitiska haldførið, verða avmarkaðir.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder