Tíverri eri eg burturstødd í løtuni og kann ikki fara til leikin “En kenguru som dig”. Hevði eg farið, so hevði eg luttikið á øllum spurnarløtunum og spurt LGBT+ Føroyar fimm spurningar, ið eg fari at spyrja tey seinast í hesum aftursvarið. Hóast eg ikki eri við til leikin, so kann eg eins og onnur, lesa meg fram til innihaldið og endamálið við leikinum.
Í hesum aftursvari fari eg at vísa á brot frá heimasíðuni hjá danska sjónleikarahúsinum. Eisini leggja fram mína hugsan, sum undirvísari og foreldur, um børn og teirra kenslur. At enda í hesum aftursvari farið eg, sum foreldur og lærari, staðiliga at heita á øll at hugsa seg gjølla um, áðrenn tit taka avgerð um at fara at hyggja at leikinum. Avgerðin, sum verður tikin ávrikar børnini, og hetta er ógvuliga álvarsamt.
Fyrsti varhugi
Av fyrstu tíð, tá eg hoyrdi og las um leikin, helt eg, at hetta var ein skemtileikur fyri børn at líkna við eitt sirkus. Men frá fleiri frætti eg, at so var ikki. Eg mátti á heimasíðuna hjá danska sjónleikarahúsinum lesa, tí fleiri mentanarhús skrivaðu lítið og einki um leikin og tess boðskap. Eg las eina kroysta føroyska linju um, at møguliga var djóravenjarin samkyndur. Eg varnaðist, at her var okkurt dult. Mín fyrsti spurningur var, hví umsettu føroyingar ikki tí útdýpaðu lýsingina fyri leikin, sum danir skrivaðu? Hetta undraði meg.
⁃ Er tað nakað at dylja yvir, at leikurin snýr seg um LGBTQ+
lívstílin?
⁃ Skalt tað fjalast, at tað týdningarmesta fyri hesar leikstjørnurnar er
at breiða boðskapin fyri børn frá 4 árs aldri, at LGBTQ+ lívstílur skal vera líka vanligur ella meira vanligur sum forhold millum mann og konu?
⁃ Er tað nakað at skammast yvir, at tey siga við børn, at onkutíð lýgur kroppur tín um, hvør tú ert?
Helst var hetta nakað, tey halda var vert at loyna yvir. Orðtakið sigur, at loynidómar oyða álit. Hesin loynidómur ger, at eg missi meira fyri hesum leik- og mentanarhúsum og LGBT+ Føroyar enn, um tey søgdu sum var. Um tey opið kunnaðu um, hvat leikurin snúið seg um, sum danir, so høvdu tey vunnu mítt álit heldur enn mist tað.
Væntandi kunning um eitt barnatiltak fyri børn frá 6 árs aldri er eitt grovt brot á Barnarættindasáttmálan. Og er eisini ágangur mótvegis foreldrum, avvarandi og starvsfólkum, ið hava á ábyrgd av børnunum. Tey fara til eitt LGBTQ+ tiltak og fyrilestur uttan samtykki frá foreldrum og avvarandi. Ikki bert hetta, men starvsfólkini, ið varða at børnunum skulu standa til svars fyri alt, ið leikurin nertir við og tekur upp. Evni, ið ikki hoyra heima ella eru ábyrgd hjá skúlum og barnagørðum, ið hvørs høvuðsuppgáva er: “...at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling...”
Sexualitetur og kenslur - børn hava brúk fyri
tryggum kørmum
Evni, ið leikurin m.a. nertir sambært undirvísingartilfarinum, ið hoyrir til leikin er: kyn, sexualitetur og familju-skap:
Í tilfarinim at lesa upp fyri børnunum stendur um kyn:
“Kønsfølelsen er det køn man føler sig som...kønsidentiteten (...) sidder inde i kroppen fx i hjernen eller hjertet eller maven, lige dér hvor man kan mærke om noget føles godt eller ikke godt... Hvis ens kønsfølelse og tildelte køn derimod ikke stemmer overens, betyder det at man er transkønnet.
Andre køn end dreng og pige kalder man ikke-binære køn, det er fordi de falder uden for det binære kønssystem dreng / pige.”
Um sex og sexualitet stendur:
“Men der findes rigtig mange forskellige seksualiteter. Hvis man ikke er heteroseksuel, har man højst sandsynligt en seksualitet under LGBT+ paraplyen. Det kan fx være lesbisk; at være en pige/kvinde, der er tiltrukket af andre piger/kvinder, eller bøsse; at være dreng/ mand, der er tiltrukket af andre drenge/ mænd. Disse to falder begge under betegnelsen homoseksuel; at være tiltrukket af personer med samme køn som en selv. Der findes også mennesker, der bliver tiltrukket af andre uanset deres køn, det kaldes panseksuel.”
At siga við børn, at tey skulu líta allar sínar leiðir á teirra kenslur, er at gera seg inn á børn. Pedagogar, lærarar og foreldur, sum hava útbúgving og royndir at arbeiða við børnum vita, at børn hava tað trupult við kenslum. Tey fáa nógvar sterkar kenslur og illsinnisherðindi sum smá. Tey kunnu baka seg á gólvið í einum innkeypshandli, tá tey fáa eitt nei. Og vit mugu hjálpa við trimum stigum.
Hjálpa teimum at skilja teirra stóru kenslur
Hjápa teimum at seta orð á teirra kenslur.
Hjálpa teimum at handfara teirra kenslur
Vit hjálpa teimum at skilja við at rúma teimum og teirra stóru kenslum við m.a. klemma tey, sissa tey, osv. Vit hjálpa teimum at seta orð á, hvat tey føla. Eftir hetta, hjálpa vit teimum, hvussu tey skulu bera seg at næstuferð, tey fáa eina stóra kenslu. Eisini læra vit tey, at ikki alt ber ella brestir av kenslum. Kenslur eru veruligar, men ikki altíð veruleikin.
Vit vita eisini sum foreldur og starvsfólk, at børn mugu fáa konkret val, helst bara tvey ting at velja í millum. Hetta gevur teimum eina kenslu av tryggleika. Karmar, siðvenjur og einfaldleiki eru tryggleiki barnsins.
So tá LGBT+ og leikurin biður børn fylgja teirra kenslum, sum broytast frá løtu til aðra, so skrykkja tey grundarlagið undan
børnunum. Tey gera eitt grovt inntriv í teirra kenslu av tryggleika og heimsfatan.
Tá børnini gerast eldri, tannáringar, so ynskja tey at fáa størri frælsi og vilja hava ábyrgd og avbjóðingar. Halda vit, at kenslurnar eru mentar til fulnar her, so taka vit feil. Kenslur og hormonir eru í størri ruðuleika enn nakrantíð áður. Tey hava tørv á frið, rúmd og nógvum kærleika og toli, sum tey takla allar heimsins kenslur: einsemi, nærvera, vandi, tryggleiki. Tørvurin á at hoyra til og vera nakað sertak eru størri enn nakrantíð, og hesar kenslur standa í andstøðu til tíðir. Tey hava als ikki tørv á at seta sjóneykuna á teirra kenslurnar, tí tær broytast alla tíðina. Meira enn nakrantíð áður.
Eg havi sjálv verið ung genta, gjøgnum tannárini og eri komin ígjøgnum tað. Eg havi følt alskyns kenslur, og ikki allar kenslur góvu meining. Ja, fleiri við mær mugu viðganga, at kenslur ikki altíð eru bestu vegleiðarnir í ungdómsárunum, men “lat liggja” tað er farið. Eg eri takksom fyri, at eingin bað meg seta sjóneykuna á mínar kenslur og byggja mítt lív á tær kenslur, ið eg hevði tá. Tí tær kenslurnar eru als ikki tær, ið mynda mítt lív nú. Kenslur eru heldur ikki tað, ið eg byggi mítt lív á nú. Eg byggi mítt lív á verulig ting: vitan, vissu, vísund, prógv, lívfrøði, osv. Og vit øll eiga og leingjast eftir (sum sosialir skapningar) at byggja okkara lív saman; í felagsskapi, saman við familju, vinum og kenningum, ikki sum einstaklingar.
Børn skulu sleppa at vera børn, hava teirra kenslur í frið. Gjøgnum barna- og tannárini myndast tey við stuðli frá teirra foreldrum og teimum nærmastu, ið elska tey hægri enn nakar annar kann.
Tey hava ikki tørv á, at lesa inn í sínar kenslur. Tey hava tørv á tryggleika, einfaldni, kærleika og rúmd. Tey hava tørv á, at vit elska tey, og læra tey at elska og góðtaka og rúma sær sjálvum og øðrum. Lat ongan lumpa tey til at fara undir hormon- og skurðviðgerðir fyri at toknast sær sjálvum í løtuni ella øðrum. Tey eru elskað og vird og sædd so sum tey eru. Lat okkum staðiliga vísa teimum ungu og børnum hendan sannleikan.
Sjónleikarahúsið Hils Din mor skriva um seg sjálvi:
“Teatret laver forestillinger med LGBTQ+ emner... Siden 2012 har teatret haft stor fokus på at lave teater til unge fra 12 år og opefter, da det er vigtig at få viden om køn og seksualitet når man rammer puberteten og begynder at udvikle sin identitet.
Vitandi ella óvitandi, gravar hetta sjónleikarahúsið í tí sárbarasta og eymsta økinum hjá øllum menniskjum (teirra sexualiteti) í tí mest ávirkiligasta aldrinum. Við serligum denti á trans-seksualitet. Tað syrgiligasta av øllum er, at tey uppmuntra børn at taka val, ið kunnu hava varandi árin á tey. Her hugsi eg serliga um rákið at fáa børn og ung at “skifta” kyn (vera trans). Ein viðgerð, ið steriliserar børn/ung og ongantíð kann vera ógjørd. Tað verður logið fyri børnum, um at tey kunnu skifta kyn. Veruleikin er, at tey fáa hormon og viðgerðir, ið broytir tey uttaná, men ger einki við teirra kromosom bygna. Mong fáa tynglyndi av øllum hormonunum og vera steril. Afturat hesum er nógv, ið kundi verið nevnt, men tað ræðuligasta av øllum er, at sjálvmorðs haggtølini. Ung og børn í lívsins besta blóma. Gavið onkur umfevndi tey, og vissaði tey um, at tey vóru nokk og ikki noyddust at fara undir hesar viðgerðir.
Hetta er tann vemmuligi, brutali veruleikin. Veruleikin, ið eingin vil nerta við og snakka um.
Hví kunnu børn ikki vera børn? Hví kunnu ung ikki vera ung í frið? Latið okkum øll elska børnini, virða tey og rúma teimum, so sum tey eru. Men latið okkum uppmuntra tey og vissa tey um ikki at broyta seg, men vera tey, sum tey eru - nevniliga børn.
Trýst og happing mótvegis børnum
Í tilfarinum stendur eisini:
“Familier kan se ud på meget forskellige måder...”
Ein mamma og mamma kunnu heilt vist gera eitt gott arbeið, men tær kunnu ongantíð vera ein pápi. At leggja børn undir trýst at halda nakað annað er happing. Ein pápi og ein pápi kunnu heilt vist gera eitt gott arbeið og ala børn upp, men teir kunnu ongantíð taka staðið hjá eini
mammu. At leggja børn undir trýst, at siga, at mammuleikluturin ikki er neyðugur er happing.
“Summi foreldur” er fordómar fyri summum
foreldrum sum mær
LGBT+ Føroyar skrivar í teirra grein “LGBT: Vit eru glað fyri leikin”, at “summi fólk” halda, at leikurin er óhóskandi fyri børn. Mín meining er, at hetta er óhóskandi, sum foreldur og lærari, sum tit kunnu lesa um omanfyri.
Og tað undrar meg stórliga, at LGBT+ ikki setur seg í mína støðu sum foreldur og undirvísari. At tey ikki skilja, at nakar kann hugsa sum eg. Tað undrar meg, at tey vilja rúma øllum uttan míni hugsjón.
Í dag sunnudag fari eg við mínum barnið á sunnudagsskúla, og tey fara við sínum til leikin. Hóast eg ikki haldi hetta er tað besta fyri tey, so virði eg teirra val. Tey kanska velja ikki at lova sínum at fara á sunnudagsskúla, og sjálvandi er tað syrgiligt, men tað er teirra val. Eg fari ikki at geva teimum nakra ábreiðslur fyri tað. Tí undrar tað meg, at eg og onnur við mær fáa ábreiðslu frá LGBT+ Føroyar fyri at velja ikki at fara til leikin. Ikki tí eg ikki kann, men tí eg haldi hetta vera óhóskandi.
Eisini siga tey, at “summi foreldur” fara “ikki at fortelja børnunum um samkynd”. Hetta er fordómar, og hetta passar als ikki. Eitt og hvørt foreldur hevur alla orsøk til gleðiliga at snakka við børn um kyn, kenslur, sex og seksualitet, men ikki kanska uppá sama máta sum LGBT+ ger.
Ein og hvør hevur rætt til tað, við støðið í barninum og næsta menningarstigið tess. Her kenna foreldrini sítt barn best. Hetta hava vit frælsi til - enn - men hjá LGBT+ Føroyar er bert ein rættur háttur at tosa um evnið sex, og tað er teirra háttur. Ein kann undrast, hvar rúmd og tolsemi er her?
So her koma mínir spurningar til LGBT+ Føroyar.
Rúma tit øllum veruliga? Lósu tit veruliga mítt aftursvar ella rullaðu tit niður til hesar spurningarnar beinanvegin?
Leikurin snýr seg um ikki at hava fordómar. Eru tit fyrimynd í hesum? Kann tað vera, at tit sjálvi hava fordómar fyri mær og teimum tit kalla “summi foreldur”?
Kunnu hesir fordómar mótvegis “summum foreldrum” ikki elva til happing av teimum og teirra børnum? Elva til split millum LGBT+ fólk og tey, ið ikki eru?
Elvir leikurin til útihýsing og happing av teimum, ið eru óeinig við LGBTQ+ hugsjónini?
Halda tit, ikki at eitt so stórt trýst sum tit leggja á foreldur og skúlar í greinini fer at geva baksláttur?
Niðurstøða
At enda í hesum aftursvarið farið eg, at minna øll foreldur á, at vit hava týdningarmesta arbeiðið í øllum heiminum. Gloymið ikki tað. Vit eru um børnini, og tað er tað størsta lívsverkið sum er. Fevnið tey eina eyka ferð í dag og minni tey á, at tit elska tey. Hyggið uppá tey eina eyka ferð í dag og roynið at lærara okkurt nýtt um tey í dag. Hugsið tykkum gjølla um, hvat børnini síggja og hoyra. Vit seta karmar og taka avgerðirnar fyri børnini, og í hesum spírar teirra tryggleiki og framtíð. Avgerðirnar vit taka, og karmarnir vit seta, ella ikki seta, ávrikar børnini, og hetta er ógvuliga álvarsamt.
Vinarliga heilsan Dina J. Norðberg Bloggari á www.vakurleiki.fo
• Heimasíðan hjá Hils din Mor: https://teater.hilsdinmor.dk
• Undirvísingartilfar hjá Hils din Mor: https://teater.hilsdinmor.dk/
downloads/eksd/undervisningamateriale/Uv_materiale- En_kaenguru_som_dig.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald