Politikkur

Aftur val! Men ongan valfund. Góð byrjan má sigast

.

2024-11-07 12:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Facebook - Jákup á Stongum:

Aftur val! Men ongan valfund. Góð byrjan má sigast!
Eitt íkast til valið í her vestri.
Hví taka vit ikki fyrilit til byggisamtyktina, sum er langtíðarplanlegging?
Sitandi bygdarráð hevur fingist nógv við vegir, hevur í eini handavend lagt kilometrar av tekniskum leiðingum - fyri at asfalti ikki skal pløgast upp aftur - og nógv er asfalterað og tað er gott!
Men vit eru allarhelst øll samd um at her er ongin funnin frensur ella ábending til endaliga loysn av vegakervinum ígjøgnum Sørvág.
Í byggisamtyktini fyri Sørvág er eitt uppskot til skilagóða skipan av vegakevinum í Sørvági og ígjøgnum Sørvág: Høvuðsvegurin er eftir gamla vegnum – Varðagøtu – ígjøgnum kommunuskrivstovuna og við brúgv um Stórá oman í Niðaraveg , við teymi úr Niðaravegi í bíggjarvegin, og út á Bakka.
Tit kunnu seta allar teir ekspertar til vilja, tit finna ikki betur loysn á høvuðsferðsluni ígjøgnum Sørvág, tí hon tekur fyrilit fyri øllum ágóðum og vansum sum hugsast kunnu.
Vansar eru! Tað sigur seg sjálvt at tey framvið gamlavegi – Varðagøtu – verða ikki glaðast fyri at tunga ferðslan verður løgd her. Men fyrimunirnir eru risastórir fyri bygdina sum heild. Saman við teyminum úr Niðaravegi í Stangarvegin slepst til Bíggjars, til PE, Til vøllin til kirkjuna og skúlan uttan at koyra ígjøgnum bygdina yvirhøvur. Ferðslan í bygdini, har flestu sethúsini eru, kann tá skipast eftir teirra tørvi. Antin sum einvegis gjøgnumkoyrandi ferðsla, ella uttan gjøgnumkoyring.
Hugsi tykkum at undanfarna bygdaráð, og bygdarráðini undan teimum, hevði ein plan: Vit dagføra verðandi veg igjøgnum bygdina, men Varðagøta verður skipað sum høvuðsferðsluæðr. Arbeiðið verður gjørt í stigum yvir næstu 12 árini!
Vit hava sæð at brúk er bert fyri einari ferðsluæðr ígjøgnum Sørvág og at Varðagøta longu hevur ligið brakk í longri tíð, um ikki áravís. Tíverri er ongin planur – byggisamtyktin ikki lisin - og allarhelst taka nú nýggju teknisku leiðingarnar heldur ikki fyrilit fyri at Varðagøta skal hava annan vegprofil um høvuðsferðslan einaferð skal verða her.
Í byggisamtyktini liggur eisini ein farleið til veg, av bakkanum uttanum bygdina niðan á Mýrar har samband er til Landsvegin. Men álvaratos! Royn og hugsa tankan! Ger hann ikki líka stóran skaða har hann verður lagdur og er ferðslan ígjøgnum bygdin harvið loyst?
Niðarivegur er og verður partur av høvuðsferðsluæðrini ígjøgnum Sørvág. Vegurin er einasta farleið til tunga ferðslu! Niðarivegur kemur at geva avbjóðingar framyvir. Eg haldi at ov lítið varð hugsað, haldi faktiskt at tað varð lopið á bláman, uttan at hugsa, tá ið – pengarnir vóru nógvir og - grótgarðurin í ovara borði varð lagaður. Skilabetur hevði verið at hækkað gamla garðin við einum metri ella so. Garðurin í ovara borði hevði verið tað lægri og vegurin tað hægri. Tað høvdu vit kunna liva við og farleiðin hevði verið tryggari.
Høvuðs valfleski til síðsta val var ein ítróttarhøll. Ein ordilig høll!
Hon kom ikki. Men ein nýggj staðseting er komin í ljósmála. Uppi við Alvalon, har framtíðar barnaansingin skuldi vera.
Er tað nú so skilagott at leggja eina ítróttarhøll, enntá eina ordiliga høll, her.? Høvuðsferðsluæðrin røkkur ikki niðan, hví so leggja eina so ferðslutunga høll her og toga allar bilarnar niðan her? Her rundanum Alvalon har bøurin og nátturan er næsti granni? At her varð planerað fyri vøggustovuni, er tað eitt argument fyri at leggja høllina her? Eina høll til 80 mill.kr.?
Vit fingu onga høll, men fótbólturin fær sítt og fótbólturin skal hava sítt.
Harmiligt at kommunurnar í oynni ikki- í tøkum tíma - funnu saman um eitt felags ítróttar- og mentanarligt projekt. Men soleiðis skuldi ikki verða og nú Dungasandur hevur tikið skap av einum stórstadion vendist nokk ikki aftur. Tørvurin á hølum vil halda fram at økjast og tí eigur høllin eisini at planleggjast her. Ikki ímillum kirkjuna og vøllin, men ytri.
Annar møguleiki er at kommunurnar verða lagdar saman. Havi altíð hildið at Sørvágs Kommuna við flogvøllinum er, upp í leypar, meiri týdningarmikil fyri Vága Kommunu enn Vágakommuna er fyri Sørvágs Kommunu.
Einaferð kemur tunnilin, og hann kemur til Vatnsoyrar. Annað er fjákalótir. Tunnilin er stytsta leið hjá føroyingum at koma til fogvøllin og flogvøllurin verður tá verðandi her.
Tá ið tunnilin er komin, kann vatnavegurin, vegurin framvið Leitisvatni – ongin vegur er framvið Sørvágsvatni – avtakast og leggjast aftur sum náttura, hagi og gøtur til fæ og fólk.
Hettar hendir, og skal ikki henda nakrantíð, men burdi lýst støðuna um hvussu týdningarmikil flogvøllurin er fyri oynna og Vága Kommunu, sum enn liggur í ferðslustronginum.
Tí burdi Vága Kommuna rætt okkum hondina til komunusamanlegging við einum útspælið um at bygt felags fótbóltstadion, felags høll, eina ordiliga høll sum summir sørvingar siga, við møguleikum til seinni byggingar av svimjihøll og eini fótbóltshøll etc..í Brennuni, har torvið varð grivið, sum liggur ávegis úr Vatnsoyrum niðan flogvøllin. Hetta hevði tænt allari oynni og vit høvdu fingið okkurt at verði felags um, sum hevði sjóa okkum saman. Tað gevur onga meining hjá okkum at leggja saman bara fyri at fáa eina betri fyrisiting/umsiting, men verri hevði tað so ikki verið.
Hettar hendir sjálvandi heldur ongantíð, men við eini slíkari ætlan í ljósmála, kundi Sørvágs Kommuna útbygt høllina við skúlan, samb. ætlanini hjá bygdarráðnum undan hesum, til minnið enn helvtarkostnað av 80.000.000,-kr.
Sjálvandi skal, skuldi og bleiv barnaansingin bygd út. Men um eg skilji at man skrottar ein valabygning sum framtíðartryggjar barnaansingina, loysir teir manglar Alvalon hevur við køkið, verkstaðið til húsavørðar, skrivstovur og viðtaluhølið og einum kostnaði sum - nú hann varð útboðin, lá millónir undir tí sum bygningurin, nú verður bygdur, kostar. Harumframt skal Alavalon umbyggast við køki etc. etc.
Økið har bygt verður nú, varð lagt út sum grønt øki – øki sum ikki skuldi byggjast á. Hettar fyri at tryggja spæliøki og at sólarljósið rakk oman. Ikki øll hugsa so langt. Men tit burdu givið teimum sum hugsa størri og breiðari ein kjans. Bygging stendur í 100 ár. Annars onki neiligt um sjálva byggingina, ráðgevar ráðgeva sum frægast undir givnum fortreytum.
Eisini her bendir alt á manglandi planlegging. Byggisamtyktin verður ikki brúkt sum eitt amboð til planlegging, men verður bend og broytt soleiðis sum tað passar seg best til hovsaloysnir.
Annars varð staðfest á valfundinum hjá Borgaralista B, at tað hevði verið 6 mill. kr. bíligari fyri sitandi bygdarráð at framt verkætlanina hjá undanfarna bygdarráð enn tað projektið sum nú verður bygt. Eg meini tað!
Sum sagt hevur sitandi bygdarráð gjørt nógv, heilt nógv, og tað sæst jaliga aftur í bygdini. Millum annað er byrjað at gera gøtur. Tó so eisini her varð byrjað jánkasliga. Gøtan Sunasamegin Stórá lá ikki í byggisamtyktini, mátti flytast vegna mótmæli, og nú hon er liðug røkkur hon bara frá A til B.
Gøtan hinumegin Stórá – Mikkjalsmegin – sum eisini er ávegis gjørd, er hinvegin í byggisamtyktini og planløgd at røkka frá skúlanum, um kirkju vøll og bygd niðan framvið Stórá og niðan í Grønhólma, Svartafoss og niðan á egg, uttan at krossa koyrandi ferðslu. Røkkur frá A til Z kunnu vit siga.
Tvey rís afturat. Útfyllingin av vágni til eitt miniSjósavn, er burturvið, og tær frímerkja tillagingar av byggisamtyktini, har einkult hús verða staðsett uttan nakra skipaða ætlan yvirhøvur, er ikki minni burturvið!
Ja! Her vóru nógv rís tíverri og reyði tráðurin er vantandi planlegging! Men nógv gott er gjørt í hesum valskeiðnum og tað skulu tit hava rós fyri. men kanska var skilabetri at gjørt helvtina av tí sum gørt er í hesum valskeiðnum og brúkt hina helvtina sum valagn til komandi setu. Tí soðið er tunt nú krossurin skal setast og kassin er tómur. At tit ikki megna at skipa fyri einum valfundi saman, er forrestin eisin burturvið.
Fremsta uppgávan hjá einum komandi bygdarráð er at skapa íbúðarmøguleikar, ongin bygd veksur uttan góðar íbúðarmøguleikar.
Góðu tit! Tað liggja givnir møguleikar til skilagóða bygging, enntá við vegi, kloakk og tekniskum leiðingum, á øllum teimum óbygdu grundøkjunum í allar bygdini. Geri eina roynd at fáa fatur á hesum grundøkjunum. Men! Fram um alt geri ásetingar í byggisamtyktini fyri hvussu byggjast kann her, og í gomlu bygdini annars. Verandi ásetingar eru alt ov leysar og óskipað bygging her, kann verða ógvusligari enn nøkrum grunar.
Gott val!
Jákup á Stongum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder