
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag vegna landsstýrið lagt fram játtanarkarmarnar fyri fíggjarárið 2026. Við játtanarkørmunum ásetir Løgtingið yvirskipaða fíggjarpolitikkin fyri komandi árið.
Mettu útreiðslurnar í fíggjarlógini komandi ár verður 7.886 milliónir krónur. Av hesum er 7.236 mió. kr. í rakstri og løgurnar eru 650 mió. kr. Inntøkurnar verða mettar til 7.634 mió. kr.
Eftir átøk verður urslitið 197 mió. kr. í halli í fíggjarlógini fyri 2026; tá er íroknað at umleið 100 mió. kr. netto eru fluttar í Búskapargrunnin. Ætlanin er at fremja rakstrarátøk fyri 55 mió. kr. í 2026.
Broytt fólkasamanseting
Framskrivingar fyri árini 2026-2030 vísa, at uttan átøk fer landskassin at hava hall øll árini til og við 2030.
Ein týðandi orsøk er broytta fólkasamansetingin við vaksandi talið av eldri fólki, og hetta leggur trýst á almennu kassarnar. Næstan allur vøksturin í rakstrarútreiðslunum næstu árini er á almanna- og heilsuøkinum.
Átøk fyri 55 milliónir
Almenni raksturin skal tillagast fyri at loysa haldførisavbjóðingina. Í 2026 eru útreiðslurnar 4,7% hægri enn í samtyktu fíggjarlógini fyri 2025. Fíggjarmálaráðið mælir til, at rakstrarútreiðslurnar hækka í mesta lagi 4% í 2026. Landstýrið fer tí í at fremja átøk fyri 55 mió. kr. í 2026.
Frameftir krevjast átøk fyri 35 mió. kr. árliga fyri at tálma útreiðsluvøksturin. Eisini kunnu inntøkuátøk fremjast fyri at betra úrslitið og avbjóðingina við haldførinum.
Arbeitt verður framhaldandi við at tryggja langtíðarjavnvág í almenna búskapinum. Arbeiðið at gera eitt fíggjarpolitiskt regluverk er í gongd. Fíggjarmálaráðið hevur fleiri tilmæli um átøk, og nøkur teirra eru sett í verk.
Eitt tilmæli hjá Fíggjarmálaráðnum í sambandi við fíggjarpolitiskt regluverk er at gera langtíðarløguætlanir, sum eru grundaðar á nyttumetingar av hvørjari verkætlan. Ætlanin er at skipa eina breiða politiska tilgongd fyri at gera eina løguætlan, sum røkkur yvir 10 ár ella meira. Uppskot til samtyktar verður síðani lagt fyri Løgtingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald