Politikkur

Ætlar landsstýrið at vørur, ið hava 18 ára aldursmark, verða fluttar í Rúsuna?

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.

2026-09-29 21:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spyrjari:  Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna

Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum

Evni: Vørur, ið hava 18 ára aldursmark, verða fluttar í Rúsuna

Spurningar:  

  1. Ætlar landsstýrið at vørur, ið hava 18 ára aldursmark, verða fluttar í Rúsuna?
  2. Ætlar landsstýrið at seta vinnupolitisk tiltøk fyri at varða um fólkaheilsuna?

Viðmerkingar:

Seinastu árini hevur nógv verið frammi um heilsuvandarnar við at roykja og snúsa. Tilvitið um, at vit skulu liva sunnari, er til staðar millum fólk.

Í samgonguskjalinum verður millum annað skrivað: “Heilsupolitikkurin skal stuðla undir, at vit halda okkum frísk og fyribyrgja sjúku, so leingi sum gjørligt.
...
Dentur skal leggjast á fyribyrging og heilsufremjan.”

Í síðsta roknskapinum hjá Rúsuni, sum liggur á teirra heimasíðu, stendur millum annað: “... drekkimynstrið er støðugt broytt til, at tað fyri tað fyrsta verður drukkið minni pr. íbúgva 15 ár og eldri. Ístaðin verður keypt minni av spiritusi og meira vín og øl, sum hevur lægri alkoholstyrki.”

Endamálið við rúsdrekkasøluni var millum annað at tálma nýtsluni av spiritusi. Tá almennu Føroyar vita, at royking og tað at snúsa kostar heilsuverkinum nógv – tí hesi eru sjúkuelvandi, er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at vit á sama hátt sum við rúsdrekka kunnu brúka einkarsøluna til vørur, ið krevja at man skal vera 18 ár fyri at keypa hana.

Tí vera hesir spurningar settir.

Tað hevði verið áhugavert at frætt, hvørjar tankar landsstýrismaður hevur um hesi viðurskifti.

Á Løgtingi, 29. september 2026

Fía Selma Nielsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder