Politikkur

Ætlaða fiskivinnukolveltingin - Sigi sum sørvingurin á sinni: Eg skilji einki av hesum

Fyri kortum kom frágreiðingin um alivinnuna frá landsstýrinum í Løgtingið. Nú er lógaruppskot sent til hoyringar um fiskivinnuna frá sama landsstýri.

2025-01-25 16:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Øgiligur munur á uppfatan hjá landsstýrinum um hesar báðar vinnur.

12 ára loyvi til alivinnuna er fantastisk, heldur landsstýrið; meðan 12 ára loyvi til fiskivinnuna er ræðuligt.

Stórir aktørar í alivinnuni er fantastiskt, sigur landsstýrið; men stórir aktørar í fiskivinnuni er ræðuligt og má týnast beinanvegin.  

Útlendskir eigarar í alivinnuni er fantastiskt, meðan útlendskur kapitalur í fiskivinnuni er ræðuligur.

Útlendskur kapitalur skal út úr fiskivinnufyritøkum, men fiskurin skal nú kunna landast uttanlanda til útlendingar at virka.

Sigi sum sørvingurin á sinni, tá heldur ivasom íløga varð gjørd. “Gott eg eri býttur, eg skilji einki av hesum.” Men árini góðu honum rætt.

Undir tryggum kørmum er okkara alivinna fremst í heiminum, men tað vil landsstýrið ikki at fiskivinnan skal. Eg skilji einki.

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder