Ítróttur

Ætla ikki at bíða í 20 ár

Elin Maria Isaksen og hinar í HB eru klárar og spentar til steypafinaluna ímóti KÍ, sum verður á Tórsvølli leygardagin klokkan 19:00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-27 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

– Tað er nakað heilt serstakt at standa á Tórsvølli í einum sovorðnum dysti – alt stendur upp á spæl í einum dysti. Men tað hevði verið stórt fyri okkara ungu gentur at vunni. Seinast vit vunnu var í 2019, og vónandi ganga ikki 20 ár, til vit aftur kunnu siga, at vit vunnu.

Tað sigur Elin Maria Isaksen millum annað í samrøðu við FSF Varpið, sum týskvøldið fekk orðið á roynda miðvallaran úr HB.

Við at vinna samanlagt 3-1 á Víkingi í hálvfinalunum, megnaði HB at tryggja sær pláss í finaluni, sum verður á Tórsvølli leygarkvøldið klokkan 19:00, har tær skulu møta KÍ.

Atgongumerki til steypafinaluna hjá kvinnum fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder