Mentan

Adela Jacobsen í Sørvági fyllir 100 ár 5. mars

Føðingardagurin verður feiðraður við almennari móttøku á Heiminum á Sýnini mikudagin 5. mars 2025 millum kl.15.00 – 17.00.

2025-03-03 22:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Adela S. E. Joensen varð borðin í heim 5. mars 1925, ættað úr Tøðuni í Gásadali, dóttir Frans Joensen í Tøðuni og Annu Katrinu, sum eisini  var úr Gásadali.

Tey vóru 9 systkin, Adela var næst yngst, tey vóru 7 gentur og 2 dreingir, tann elsti var ein drongur, so komu 7 gentur og tann yngsti var ein drongur.

Adela fór 15 ára gomul oman til Bíggjar at tæna, tað var hjá eini einkju, sum hevði mist mannin á útróðri. Aftaná fór hon á Telefonstøðina í Miðvági, og so til Jóhannu og Thor í Sandavági.

Adela arbeiddi eitt tíðarskeið í Norðustovu í Sørvági.

Adela giftist við Mattias Jacobsen í Sørvági, tey settu búgv Úti í Geilini. Adela og Mattias fingu 2 børn:

Herfríð g. Falkvard  f. 26.04.49 og Atli Jacobsen f. 12.09.52., Atli andaðist í bestu árum.

Ommubørnini vór 7, langommubørnini eru 13 og oldurommubørnini eru 4.

Adela arbeiddi heima ímeðan børnini vóru smá, í 60-inum fór hon at arbeiða á Flakavirkinum, har hon arbeiddi í fleiri ár. Hon kokkaðist altíð tá brúdleyp o.a. var í Sørvági. Hon var aktiv í Húsmøðrafelaginum í nógv ár við lív og sál. Adelu dámdi væl at mála bæði úti og inni.

Hjartaliga tillukku omma.

Ann-Mari.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder