2023-03-17 14:02
Aðal- og landsfundur í Sjálvstýri
Mikukvøldið, 29. mars 2023 kl. 19:00, verður aðal- og landsfundur á Skúlaheiminum í Marknagili.
Á aðal- og landsfundinum hjá Sjálvstýri, seinni í hesum mánaðinum, fer Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, at hava eina framløgu. Evnið verður lýst seinni. Eisini fáa fólk høvi til at skriva undir endurstovnan av Sjálvstýri.
Skrá sambært lógum felagsins.
Bjóðað verður, kaffi, te og køkur.
Allir limir eru vælkomnir.
Vegna Sjálvstýrið
Sámal Petur í Grund, floksformaður
Andrias Jacobsen, landsnevndarformaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald