Politikkur

Ábyrgdarloysið í verjumálum veksur fyri hvønn dag

Føroya Tele vil hava ein triðja sjókaðal afturat út í heim, og Landsstýrið tekur støðuna í álvara. Tað var boðskapurin í innslagi í Degi og Viku hóskvøldið 27. januar.

2025-02-28 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Álvaratos, Landsstýrið tekur støðuna í álvara?

Tað skuldi ein ikki trúð, tí tá føroysku fólkatingslimirnir tíðliga í 2023 fóru á fund við landsstýrismanninum í uttanríkismálum við konkretum boðum uppá, hvat átti at verðið raðfest í verjusemjuni, sum danska stjórnin fór í holt við, blivu vit vend í hurðini.

Vit brúktu nógva tíð uppá at tosa við aktørar og serfrøðingar um, hvønn tørv Føroyar hava í nýggju verjusemjuni, og hvat skuldi til fyri at betra um kritisku trygdina í Føroyum. Eitt sum bleiv víst á, var, at nýggir sjókaðlar mugu leggjast.

Eitt er, at verandi sjókaðlar eru blivnir gamlir og tí mugu skiftast út. Eitt annað er, at vit mugu tryggja okkum ímóti sabotasju, sum vit síggja í Eystursjónum.

Grønlendska landsstýrið tók ábyrgd beinavegin og er komið við ítøkiligum átøkum til verjusemjuna, ímeðan føroyska Landsstýrið valdi at bíða til donsku flokkarnir vóru lidnir at samráðast.

Er tað at taka ábyrgd? Nei, tað er ábyrgdarloysi, um tú spyrt meg!

Eg má siga, at eg standi ógvuliga spyrjandi, eftir at eg sá innslagið í Degi og Viku. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í tílbúgvingarmálum, sigur, at Landsstýrið hevur verið tilvitað um støðuna, síðani Landsstýrið tók við. Kortini hoyrdi eg ikki landsstýrismannin siga, at ein íløga má og skal gerast.

Eg dugi eisini illa at síggja, hvussu Føroyar skulu fíggja ein kaðal, sum kostar nærum eina milliard. Eisini sjálvt um kaðalin verður fíggjaður saman við øðrum.

Landsstýrið skuldi frá byrjan raðfest, at ein sjókaðal skuldi verið partur av verjusemjuni, og harvið kundi ein sjókaðal verið fíggjaður tann vegin.

Gamaní, so er komið við í verjusemjuna, at partarnir vilja kanna, um ein sjókaðal í Norðurhøvum skal gerast, og tað er gleðiligt – vit hava vita tað allatíð!

Tað er gott, at man er vaknaður úti í Landsstýrinum, men tað gongur alt í verðini ov seint fyri seg at fáa nakað ítøkiligt gjørt við trygdina í Føroyum.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder