Politikkur

Ábyrgdarfull stýring

Hesa ársins tíð, nú valið er í hondum og jólini nærkast so tykist einki óført. Ynskilistin er langur og alt ber til og øll vilja tað besta. Misskil meg rætt, eg ynski mær eisini nógv fyri Vága kommunu. Eftir at hava luttikið á tveimum veljarafundum havi eg bitið merki í, at tað ikki trýtur við lyftum um hvat skal gerast. Millum annað:

2024-11-04 09:00 Author image
-
placeholder

Skúlin skal gerast liðugur

Havnalagið og bátahyljar skulu dagførast.

Bussur skal koyra minst 1 ferð um tíman 5 dagar um vikuna

Øll børn í kommununi skulu eta heitan mat ókeypis.

Bygdirnar skulu vetrarfriðast

Átøk skulu gerast á ferðslutrygdina

Skatturin skal lækkast og barnafrádrátturin skal hækka

Tað er vónandi ikki bara eg, sum dugi at síggja at hetta ikki letur seg gera. Allur vanligi raksturin er ikki tikin við í omanfyristandandi lista, so hetta eru útreiðslur umframt verandi útreiðslur. Roknskapurin fyri 2023 vísur á 65 mió langfreistað skuld og 12 mió stuttfreistað skuld. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit, ið bjóða okkum fram til kommunuvalið vísa á, hvat vit vilja fyri kommununa og enn meiri týdningarmikið at vísa á hvussu hetta kann førast út í verk forsvarliga.
Eg havi lagt tekstir út um “Bústaðarmøguleikar”, “Integratión” og  “Ferðsluviðurskifti”.

Bretar siga “Nice to have” og “Need to have” og tað er júst her fremsta uppgávan hjá býráðnum liggur. Tað er at finna tey øki har vit veruliga mugu seta inn og raðfesta tey framum tey øki, ið eru “nice to have”. Vit vita vit hava stórar avbjóðingar á ymiskum økjum, har loysnirnar ikki eru funnar, so skylda vit okkum sjálvum at raðfesta hesi fremst.
Politikkur fer altíð at verða samráðingar og raðfestingar og tí mugu avgerðirnar hjá einum komandi býráði verða væl grundaðar og verða framskygdar. Stutt tíðar loysnir hava tað fyri at mugu gerast umaftur, so lati okkum seta okkum greið mál um, hvat vit vilja fyri kommununa og so arbeiða miðvíst fram ímóti teimum, allari kommununi at frama.

Saman eru vit sterkari
X við Borgaralistan
X við Jon Ingi Wiberg

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder