2026-03-04 17:50
So átti eg tørn at stilla upp. Mangan verður tikið til, at tað er av tilvild, hvussu vit koma í ymsar støður, men soleiðis er ikki hesuferð.
Eg eri stútt og ofta blivin spurdur, um eg ikki havi hug at stilla upp í politikki – verið tað seg til býráðsval ella løgtingsval.
Nú havi eg gingið boðunum á møti og tikið av avbjóðingini at stilla upp til løgtingsval og fólkatingsval.
Hetta er ein stór avgerð at taka, tí tað er álvarsamt at bjóða seg fram at taka við ábyrgd at mynda framtíðina hjá føroya fólki.
Eg meti tað verða av allarstørsta týdningi, at fólki í landinum kennir seg virt og hoyrt – óansæð hvør tú ert, hvar tú starvast ella hvørja vinnu tú rekur.
Tíanverri hoyra vit javnan, ja enntá beint upp undir at valið varð útskrivað, at fólk ikki kendu seg hoyrd.
Samskifti er eitt lyklaorð, um góð úrslit skulu spyrjast burtuúr. Heldur enn at halda fyri oyruni, eiga vit at lurta eftir, hvat verður sagt, tá tosað verður.
Eg stilli upp, tí eg haldi, at vit eiga at hugsa politikkin av nýggjum, so vit eru betri før fyri at loysa tær stóru avbjóðingar, sum vit hava í samfelagnum, og hvussu vit kunnu betra um korini hjá okkum, sum liva og virka í Føroyum.
Eg vil m.a. arbeiða fyri at:
- tryggja betri haldføri í búskapinum
- børn, ung, miðalaldrandi og eldri skulu hava bestu kor til gerandisdagin
- kanna og seta í verk nýggjar inntøku møguleikar
- betra um umstøðurnar hjá vinnuni til at virka og vaksa í Føroyum
- arbeiða støðugt fyri at betra um møguleikarnar innanfyri ríkisfelagsskapin.
Um tú gevur mær álitið, taki eg ábyrgd.
Set X við B
Jóan Petur Joensen.
03.03 2026 – Ì Norðsjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald