Ítróttur

AA og HSF: Við kvinnulandsliðnum til Kaunas

.

2025-02-21 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Við kvinnulandsliðnum til Kaunas
Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár Fyrri dysturin er í Føroyum 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. aprí.

Fyri at geva kvinnunum bestu fortreytir og mest møguligan stuðul, fer Atlantic Airways í sambandi við útidystin at flúgva landsliðið beinleiðis til Kaunas – og pláss er fyri fjepparum!

Flogið verður til Kaunas úr Vágum 11. apríl kl. 17.45 og heim aftur 14. apríl kl. 14.00

Sølan byrjar týsdagin 25. februar, og kostnaðurin er úr 4.495 kr. Avmarkað nøgd.
GG! Dysturin verður spældur í Jonava uml. 30 minuttir frá Kaunas, og skipað verður fyri bussflutningi til og úr Jonava

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder