
Renniblusan í ár er ein bordeaux-litt troyggja við longum ermum, sniðgivin av Guðrun & Guðrun. Talan er um eina serframleidda blusu, sum verður at rokna sum eitt minni um ein heilt serligan dag vesturi í Vágum. Blusan verður framleidd í avmarkaðari nøgd. Freistin at bíleggja blusuna er í dag.
Føroya vakrasta hálvmaraton er bæði ein ítróttarligur og mentanarligur veitsludagur, har luttakararnir telja alt frá royndum rennarum og gongufólki til arbeiðspláss, vinarbólkar og familjur. Rutan er løgd úr Gásadali til Sandavágs kirkju og fer gjøgnum allar bygdirnar í Vágum – ein einastandandi vøkur ruta, har tónleikur eisini er á rutuni allan vegin.
Aftaná renningina ella gongutúrin verður bjóða upp á laks, kaffi/te og køkur í høllini á Giljanesi.
Tiltakið hevur eisini ein týðandi sosialan leiklut. Ein partur av luttøkugjaldinum hjá gongufólki fer til Krabbameinsfelagið, rennarar kunnu velja at lata stuðul, og felagið Berin, sum arbeiðir við sorgarbólkum fyri børn, fær ein fastan stuðul.
Føroya vakrasta hálvmaraton verður skipað av Ítróttarfelagnum Frælsi – felagnum fyri frælsan ítrótt í Vágum – við dyggum stuðli frá kommununum, bjargingarfelagnum og vinnulívi í økinum. Ein ørgrynna av sjálvbodnum tryggja, at tað yvirhøvur letur seg gera at skipa fyri einum so stórum tiltaki sum Føroya vakrasta hálvmaraton.
Tey, sum longu hava skrásett seg, men ikki hava valt blusuna, kunnu venda sær til [email protected] fyri at fáa leinkju til keyp. Minnist til: Seinasta freist er í dag, 26. juli.
Ger sum hini 660, sum longu hava teknað seg – tekna teg her: https://fraelsi.fo/fvhm/ áðrenn prísurin hækkar á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald