Mentan

500 springarar kunnu haldast til um árið

Landsstýrið ætlar, at í mesta lagi 500 springarar kunnu haldast til um árið. Nýggja hámarkið er eitt fyribils átak. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í vikuni sent uppskot um broyting í grindakunngerðini til hoyringar. Føroyar hava heitt á vísindanevndina hjá NAMMCO um eitt tilmæli um burðardygga springaraveiðu, ið væntandi verður tøkt í 2023 ella 2024. Tá ið metingin hjá NAMMCO er tøk, verður hámarkið eftir ætlan tillagað.

2022-07-09 09:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nýggja hámarkið kemur í kjalarvørrinum á eftirmetingini hjá landsstýrinum eftir springaradrápið í Skálafirði í fjør, tá ið 1423 springarar vórðu hildnir til.

Landsstýrið staðfestir í sama viðfangi, at føroyingar eiga rættin at gagnnýta tilfeingið í havinum burðardygt, eisini hval og springara. Føroyingar hava altíð livað av tí, sum havið gevur, og tilverugrundarlagið hjá Føroyum er grundað á eina burðardygga gagnnýtslu av havinum.

Burðardygg hvalaveiðu er fult í trá við Heimsmál Sameindu Tjóða nr. 14: At varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.

Hvalaveiða í Føroyum er eitt gott íkast til húsarhald í Føroyum. Hetta er matur, sum hevur eina lutfalsliga lága kolevnisslóð, og møguleikin at veiða hval hevur týdning í mun til matvørutrygdina hjá føroyska samfelagnum.

Hvalaveiða í Føroyum er burðardygg, somuleiðis veiðan eftir springara. Nýggjastu stovnsmetingarnar av springarastovninum í høvunum kring Føroyar sigur, at stovnurin er áleið 80.000 springarar. Grundað á stovnmetingar av springarastovninum kring Føroyar metir landsstýrið, at føroyingar kunnu veiða umleið 825 springara um árið. Føroyingar hava síðani aldarskifti veitt áleið 260 springara í miðal um árið.

Landsstýrið vil tryggja og vísa í verki, at føroysk hvalaveiða er burðardygg. Føroyar hava verið limaland í North Atlantic Marine Mammal Commission (NAMMCO), síðani felagsskapurin varð settur á stovn í 1992. NAMMCO veitir limalondunum ráðgeving og tilmæli um umsiting og veiðu eftir havsúgdjórum.

Landsstýrið vil eisini betra um fyritreytirnar fyri, at springaradráp kunnu ganga skjótt og munadygt. Veiðunevndin í NAMMCO hevur mælt Føroyum til at menna ein serstakan reiðskap til springaradráp, eins og mønustingaran, ið var mentur til grindahval, og sum hevur stytt um drápstíðina í grindadrápi. Hetta tí at royndir vísa, at mønustingarin til grindahval hóskar illa til springara, eitt nú tí springari er minni enn grindahvalur.

Landsstýrið fer tí at taka stig at skunda undir menna drápsháttin til springara. Ein einstakur serframleiddur mønustingara til springara er gjørdur, og ætlanin er at royna hendan mønustingaran. Eisini er ætlanin at kanna um ein serstakur springaraknívur eigur at verða gjørdur, ið kann betra um drápsháttin.

Uppskotið um broyting í kunngerðini kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder