
Tá størri nøgdir av rúsevnum verða smuglaðar til Føroya er vanligt, at ákæruvaldið framstillar smuglaran í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti við tí endamáli, at viðkomandi verður varðhaldsfongslaður. Hetta kann m.a. vera fyri at tryggja, at viðkomandi er í Føroyum, til málið kann endaliga avgreiðast.
2. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya úr Keypmannahavn. Tað vísti seg, at maðurin smuglaði uml. 200 gram av hashi innvortis. Maðurin, sum var úr Moldova, var longu 3. apríl dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin bleiv samstundis útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.
14. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya við Norrønu. Maðurin, sum er dani, kom við bili og hevði goymt uml. 1 kg. av hashi í bilinum. Maðurin bleiv 12. mai dømdur 60 daga mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.
15. apríl var ein maður steðgaður av tollarunum, tá hann kom til Føroya úr París. Maðurin, sum eisini smuglaði hash innvortis, hevði, tá til stykkis kom, svølgt 480 gram av hashi. Maðurin, sum var úr Spania, bleiv 1. mai 2023 dømdur 50 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Eisini hesin maðurin bleiv útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í 3 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald