“Peningurin, sum danska stjórnin er sinnað at játta, fer heilt víst at gagna menningini av ríkisfelagsskapinum. Vitan er lykilin til menning, og møguleiki um økta vitan fær enn einaferð høga raðfesting,” sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna, ið er ógvuliga glað um úrslitið av fíggjarlógarsamráðingunum.
Ein stórur partur av játtanini hesaferð fer til gransking. Størsti parturin fer til havgransking. Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, og tí er ógvuliga gleðiligt at síggja, at áhugi framvegis at seta pengar av til at kanna, hvussu veðurlagsbroytingarnar ávirka náttúru- og havumhvørvi við Føroyar.
Í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar fyri 2023 blivu fyri fyrstu ferð settir pengar av til gransking av uttanríkis,- trygdar- og verjumálum. Týdningurin av, at peningur aftur verður settur av í ár, kann tí ikki undirmetast.
“Føroyar skulu sjálvandi takast við í avgerðirnar um okkara trygdarviðurskifti. Men tað krevur eisini, at vitanin um hesi mál økist. Granskingin fer at koma okkum øllum til góðar. Tað ger seg somuleiðis galdandi viðvíkjandi havgranskingini,” sigur Anna Falkenberg.
Saman við Aaju Chemnitz, úr grønlendska flokkinum IA, hevur tað eydnast fáa seks milliónir settar av til undirvísing í danska fólkaskúlanum um nútímans føroysk og grønlendsk viðurskiftir.
Eisini verður tað aftur møguligt at søkja um studning úr “Rigsfællesskabets Højskolestipendium”. Studningurin verður latin teimum, sum fara í háskúla í einum øðrum parti av ríkisfelagsskapinum, enn har tey búgva. Studningsskipanin kom í 2020 og bleiv seinni tikin av aftur. Nú verður hon so tikin uppaftur eftir áheitan frá Annu Falkenberg.
“Skal ríkisfelagsskapurin mennast, so er neyðugt at hava ungdómin við. Vitanin um Føroyar og Grønland er ofta ov lítil, og hetta er eitt stig á leiðini at bøta um hesi viðurskifti,” sigur Anna Falkenberg.
Tær 29,3 mió. kr., sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalur fyri, eru býttar soleiðis:
- 15,8 mió. kr. til gransking í havstreyminum kring Føroyar og Norðuratlantshavi
- 5,5 mió. kr til gransking í uttanríkis,- verju- og trygdarpolitiskum málum
- 6,0 mió. kr. til undirvísing í fólkaskúlanum í føroyskum og grønlendskum viðurskiftum
- 2,0 mió. kr til “Rigsfællesskabets Højskolestipendium”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald