Vinna

27 kør við útróðrarfiski á bryggjuni á Sandi

Bæði í gjár og fyrradagin hava útróðrarbátar á Sandi, sum fiska við snellu, havt rættiliga góðan fiskiskap, og í gjárskvøldið stóðu heili 27 kør á bryggjuni - øll full við stórum og góðum toski.

2025-03-14 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Veðrið hevur verið gott hesar seinastu dagarnar, og snelluútróðurin hevur roynst væl, harav onkur bátur við tveimum monnum hevur fingið heilt upp í stívliga 4.000 pund.
Soleiðis royndist eisini dagurin í gjár hjá bátinum, sum hevði størsta fongin, og her vóru tveir menn á báti.
Í flestu bátum er bara ein maður, og eitt nú hevði eitt 10-mannafar í gjár við einum manni eini 1500 pund av toski, sum er ein góður útróðrardagur, nú fiskaprísurin er so góður.
Flestu bátar, sum royna við snellu, eru glastrevjabátar, men millum útróðrarbátarnar er eisini stálbygdi báturin, Jóhannes, sum er nakað størri enn hinir.
Í gjár og fyrradagin høvdu teir á Jóhannesi eini 8000 pund tilsamans, og tað er rættiliga góður snelluútróður.
So spennandi verður, hvussu næstu dagarnir fara at roynast.
Onkur, sum var ein túr eftir bryggjuni seint í gjár, helt fyri, at tað mundi vera nokso langt síðan, at so nógv kør við toski høvdu staðið á bryggjuni á Sandi í senn.
Hugaligu myndirnar, sum her eru viðheftar, eru tiknar á Sandi seinnapartin í gjár, tað skrivar Sands kommuna á Facebook.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder