Vinna

26 ferðaleiðarar fingu prógv á Miðnám í Vestmanna

Síðan útbúgvingin til ferðaleiðara byrjaði í 2017 hava 126 ferðaleiðarar fingið prógv sum góðkendir ferðaleiðarar í Føroyum.

2024-06-13 18:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Útbúgvingin til ferðaleiðara er skipað sum eitt yrkisskeið á 200 tímar við fyrilestrarkvøldum í vestmanna, skipaðum útferðum og venjingum av ymsum slagið eisini.  Miðnám hevur seinni árini tikið næmingar upp hvørt ár tí eftirspurningurin eftir ferðaleiðarum hevur verið rættiliga stórur.

Tað er skiljandi, tá ið hugsa verður um, at vinnumøguleikarnir eru so fjølbroyttir sum teir eru. Tað ber til at lata seg bóka av onkrum av incoming feløgunum fyri ein fastan takst sum fleiri velja at gera. Men tað eru eisini fleiri av útbúnu ferðaleiðarunum, sum hava stovnað egnar fyritøkur við sínum hugskotum til túrar við ferðaleiðara seinnu árini.

Hóast nógv tey flestu, sum hava fingið prógv hesi árini eru ferðaleiðarar til enskt talandi ferðafólk so var 2024 serligt, tí ferðaleiðarar vórðu til próvtøku í kinverskum, sponskum, portugisiskum og hollendskum.   

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder