Korona

24 tilburðir í gjár

--

2022-01-02 18:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru 24 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tey 24 smittaðu hava fingið boð. Allar royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, eru ikki greinaðar enn, 186 royndir tiknar í Suðuroy, verða greinaðar seinni í dag.

449 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 950 smittað, fýra eru innløgd, og 14 eru deyð við koronu í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder