Ítróttur

21 spælarar á listanum til fyrstu Nations League-dystirnar

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hevur í fyrstu atløgu úttikið 21 spælarar til UEFA Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2024-08-26 13:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um smáar tvær vikur, leygardagin 7. september skal føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá fjórða UEFA Nations League kappingin fer av bakkastokki.

Føroyar eru í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia.

Fyrsti dysturin hjá okkara monnum er á heimavølli móti Norðurmakedónia leygardagin 7. september klokkan 14:00, og tríggjar dagar seinni spæla Lettland og Føroyar á Skonto Stadion í Riga í Lettlandi.

Í fyrstu atløgu hevur Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum úttikið 21 spælarar til komandi uppgávur, og væntandi verða tríggir afturat boðsendir seinni í vikuni.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík

Atgongumerki til dystin móti Norðurmakedónia fáast til keyps í nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, og á atgongumerki.fo.

Leikskráin (UEFA Nations League 2024/2025)
7. sept. Føroyar – Norðurmakedónia (kl. 14:00)
10. sept. Lettland – Føroyar (kl. 17:00)
10. okt. Føroyar – Armenia (kl. 19:45)
13. okt. Føroyar – Lettland (kl. 19:45)
14. nov. Armenia – Føroyar (kl. 17:00)
17. nov. Norðurmakedónia – Føroyar (kl. 14:00)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder