2022-03-24 10:19
að svaraði Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í dag Bjørt Samuelsen, tingkvinnu, ið vildi vita, nær útlendingalógin verður broytt, so vit skjótt og effektivt kunnu hjálpa fólki, sum flýggja úr ræðuliga krígnum í Ukraina.
Tingkvinnan vildi eisini hava at vita, um ein tilbúgvingarætlan er gjørd, so tað ber til at hýsa flóttunum og tryggja teimum arbeiði, skúlagongd, heilsutilboð og so frameftir.
Landsstýrismaðurin upplýsti um samstarv við Reyða Kross, har føroyingar hava boðið seg fram at hýsa flóttafólki og hjálpa á ymiskan hátt.
Tingkvinnan eggjaði landsstýrismanninum til at taka flokkarnar á tingi við inn í arbeiðið at lyfta hesa bráðfeingis uppgávu.
Føroyar eiga sjálvandi at taka altjóða ábyrgd og gera tað, vit kunnu, fyri at hjálpa ukrainska fólkinum, nú Russland hevur lopið á Ukraina.
Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald