Mentan

14 filmsverkætlanir fingið stuðul

Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur tikið avgerð um at veita 14 verkætlanum stuðul við einari samlaði stuðulsupphædd á 1,5 mió. kr..

2026-10-15 07:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesa ferð komu 36 umsóknir inn, og søkt varð um 5,4 mió. kr. tilsamans.

Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm, animatiónsfilm og listafilm. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð.

Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.

Til at meta um umsóknir og gera tilmæli til nevndina, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar, eftir tilmæli frá faknevndini fyri film. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum.

Samlaða filmsjáttanin fyri 2026 eru 6,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.

Til stuðulsumfarið Film III. 2026 er avgjørt at veita hesum 14 filmsverkætlanunum stuðul:


Verkætlanarheiti

Slag av filmi

Umsøkjari

Upphædd

kr.

Anny

Heimildarfilmur

Bad Weather Projects v/Duritu Sumberg Poulsen

70.000

Sodomitturin

Spælifilmur

Durita Sumberg Poulsen

80.000

UFO - er nakar har úti?

Heimildarfilmur

Hugmynd v/Drós í Ólavsstovu

50.000

Dýpir av tíð

Heimildarfilmur

Gunnleygur Clementsen

19.000

Menniskja

Heimildarfilmur

RVH Productions v/Rúnu V. Højgaard

250.000

Into the Heart

Spælifilmur

Outlier Projects v/Jón Hammer

50.000

Av himni

Stuttfilmur

Outlier Projects v/Jón Hammer

99.000

Oceancraft

Heimildarfilmur

Outlier Projects v/Jón Hammer

150.000

Det vi ikke når i dag

Spælifilmur

Outlier Projects v/Jón Hammer

70.000

Ung í føroyskum dansi

Heimildarfilmur

UFO v/Rakul Ró Steintórsdóttir

80.000

Ekko af et Kollaps - 93

Heimildarfilmur

Tambo Film ApS v/Rikke Tambo Andersen

80.000

Semd

Heimildarfilmur

Frælsisfilmar ÍV/F v/Jan Lamhauge

190.000

Lovaða Land

Heimildarfilmur

Cinema Polaris v/Anton Petersen

99.000

Hatta tosa vit ikki um

Heimildarfilmur

DokFo v/Lucas Frayssinet

200.000







placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder