2024-05-28 14:00
12 GÓÐ JAVNAÐARMÁL
Ein hendingarík tingseta er av, og seinastu vikurnar eru nógv góð javnaðarmál samtykt.
Í fleiri førum er talan um mál, sum hava ligið í politiskari naggatódn í áratíggjur. Her eru nøkur:
- Vit fáa fleiri og bíligari bústaðir kring landið. Bústaðir hevur fingið heimild at byggja almannagagnligar leiguíbúðir saman við kommununum
- Vit hava avtikið gyltu pensjónsskipanina hjá politikarum, og lønin verður IKKI hækkað
- Søguliga stórur skattalætti er latin lág- og miðalløntum
- Næmingatalið í flokkunum minkar, so meira tíð verður til einstaka næmingin
- Hægri barsilsútgjald. Hægsta útgjaldið er farið úr 25 túsund í 30 túsund
- Lovaða lønarlyftið til lægru løntu starvsfólkunum á umsorganarøkinum er framt
- Vit hava fingið nýggja elveitingarlóg, sum styrkir SEV og setur ferð á grøna orkuskiftið
- Føroyingar hava fingið frítt at fara í føroysku náttúruna – undir ábyrgd sjálvandi.
- Breið semja um tøkugjøldini tryggjar Føroya fólki ein rímiligan og munandi part av tilfeingisrentuni í alivinnuni
- Nýtt príseftirlit skal hava vakið eygað við stóra prísvøkstrinum
- Nýggj felags pantiskipan, so til ber at sleppa av við øll íløt á sama stað
- Serstøk upphædd sett av til at fáa bíðilistarnar í Sjúkrahúsverkinum niður
Á myndini vantar okkara Jóhannes Joensen, sum var burturstaddur í seinastu viku.
Javnaðarflokkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald