Vinna

10,6 milliardir útgoldnar í lønum í 2021 - vøksturin er 3,6%

Nú desember-mánaður í 2021 er upptaldur, eru lønargjaldingarnar eisini gjørdar upp fyri alt árið. Í desember var fyrstu ferð, at lønargjaldingarnar fóru upp um milliardina og er samstundis met fyri einstakan mánað.

Mynd: Hagstovan.

Mynd: Hagstovan.

2022-01-14 14:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Útgoldnu lønirnar eru lýstar árliga á myndini niðanfyri, sum vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum í fjør er nakað størri enn í 2020. Vøksturin í 2021 var 3,6% í mun til árið fyri. Í 2020 var vøksturin 2,1% samanborið við 2019.

Kelda: Hagstova FøroyaMió. kr.LønargjaldingarÁrliga201120122013201420152016201720182019202020211990200020106.0008.00010.00012.00010.645 mió. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Í 2021 var parturin hjá monnunum 61,3% av lønarútgjaldingunum, meðan parturin hjá kvinnunum var 38,7%. Í 2020 áttu menninir 62,5% og kvinnurnar 37,5% av lønargjaldingunum.

Kelda: Hagstova FøroyaMió. kr.Lønargjaldingar, kynÁrligaMannfólkKonufólk201120122013201420152016201720182019202020211990200020102.0004.0006.0008.0006.520 mió. kr.4.125 mió. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum. 

Almennar o.a. tænastur áttu 34,4% av samlaðu lønargjaldinunum í mun til 32,5% árið fyri. Parturin hjá privatu tænastuvinnunum av lønargjaldingunum vaks úr 29,3% í 2020 upp í 31,4% 2021. Parturin hjá byggivinnu o.a. tilvirking minkaði hinvegin í 2021 úr 16,2 niður í 15,%. Í fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu var parturin 18,6%, sum er nærum tað sama sum árið fyri.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarÁrligaAlmenn o.o. tænastaPrivatar tænastuvinnurByggivinna o.o. tilvirkingFiskivinna o.o. tilfeingisvinna201120122013201420152016201720182019202020212000202001.0002.0003.0004.0001.979 mió. kr.1.654 mió. kr.3.345 mió. kr.3.667 mió. kr.

Lønargjaldingarnar vuksu mest í privatu tænastuvinnunum og almennari o.a. tænastu. Vøksturin í privatu tænastuvinnunum var 7,4%. Í almennari o.a. tænastu var vøksturin 5,8%. Hinvegin minkaðu lønargjaldingarnar í byggivinnu o.a. tilvirking 3,9% í mun til 2020. Í fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu var vøksturin 0,5%.

Lønargjaldingar, vinnugreinar

Januar – desember 2020/2021



januar – desembermunur

20202021mió. kr.%





Tilsamans10.270,510.645,0374,53,6
Almenn fyrisiting v.m.3.464,63.666,6202,05,8
Almenn o.o. tænasta3.464,63.666,6202,05,8
Privatar tænastuvinnur3.115,23.345,5230,37,4
Handil og umvæling919,4993,874,48,1
Gistihús og matstovuvirki132,7178,245,634,3
Sjóflutningur451,0479,328,36,3
Flutningur annars344,6349,14,51,3
Postur og fjarskifti137,0134,5-2,4-1,8
Fígging og trygging365,5372,26,71,8
Vinnuligar tænastur415,9455,039,19,4
Húshaldstænastur107,0119,512,411,6
Felagsskapir, mentan o.a.242,1263,821,79,0
Byggivinna o.o. tilvirking1.721,71.654,1-67,6-3,9
Skipasmiðjur, smiðjur342,5318,7-23,8-6,9
Annar ídnaður295,7301,65,92,0
Bygging999,8947,4-52,5-5,2
Orku- og vatnveiting83,686,42,83,3
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna1.969,11.978,89,70,5
Landbúnaður25,223,3-1,9-7,5
Fiskiskapur1.010,0946,1-63,9-6,3
Ali- og kryvjivirki466,8516,049,210,5
Ráevnisvinna59,870,310,417,5
Fiskavøruídnaður406,3412,35,91,5
Ótilskilað v.m.1,010,99,9958,0






Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder