
07 Vestur hevur fingið eina ringa byrjan uppá Betri-deildina hjá monnum í ár. Eftir seks dystir liggur felagið aftast við bert einum stigi.
Fyrstu fýra umførini høvdu tey flestu ikki væntað at 07 Vestur fór at fáa fleiri stig. Tí mótsstøðuliðini vóru KÍ, HB, Víkingur og NSÍ.
Men seinastu tveir dystirnir hava verið ímóti báðum uppflytarunum úr Suðuroynni. 07 Vestur tapti 2-1 ímóti FC Suðuroy í vikuskiftinum.
07 Vestur kom á odda ímóti TB í dag tá ið Edvin Jakobsen skoraði til 1-0 eftir 26. minuttir. Mohamed Samba javnaði fyri TB 10. minuttir seinni. Tummas Pauli Christiansen skoraði sigurssmálið fyri TB tá ið 72. minuttir vóru leiktir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald