Ítróttur

07 Vestur fær Sonna Ragnar í føðingardagsgávu

Nú føðingardagurin hjá okkum nærkast, kunnu vit við gleði kunngerða, at í kvøld hevur Sonni Ragnar Nattestad skrivað undir sáttmála við 07 Vestur. Ikki bara tað. Sáttmálin hesuferð er galdandi í 2 ár.

2024-11-05 23:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sonni hevur í ár prógvað, at tað var eitt gott hugskot at fáa hann heim aftur. Hann hevur verið ein undangongumaður á liðnum. Nógvar av dystunum hevur hann verið liðskipari og hevur stýrt liðnum við kønari hond. Eisini hevur hann vegleitt og víst okkara ungu leikarum á leið. Tað er heilt víst ein styrkur at hava ein so royndan spælara at ganga á odda.

Vit kunnu enn einaferð nevna royndirnar hjá Sonna. Tá hann fór frá okkum í 2013, byrjaði hann yrkisleiðina í FC Midtjylland. Á yrkisleiðini hevur hann spælt við liðum sum AC Horsens, Aalesund, FC Fredericia og Vejle. Hann kom heim aftur til B36 í 2022, tá ið hann hevði spælt við Dundalk í Írlandi.

Á landsliðnum hevur hann eisini verið so drúgvur, at hann er blivin ein av ímyndunum av landsliðnum. Hann hevur umboðað a-landsliðið heili 49 ferðir.
Vit gleðast um, at Sonni Ragnar heldur fram hjá okkum og verður fastur á bulinum á liðnum komandi 2 árini.

07 Vestur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder