Vit vildu havt, at lógaruppskotini, sum veruliga muna, komu við veðurlagspolitikkinum í tingið. Men tað gera tey ikki. Og tað er ikki sannlíkt, at verulig átøk verða gjørd á veðurlagsøkinum við hesi samgonguni.
Í veðurlagspolitikkinum stendur, at nógvar ætlanir eru fyri framman, men sum vit øll vita, so er tað ókeypis at ætla. Allir flokkar á tingi ætlaðu eisini nógv í 2009, tá tann gamli veðurlagspolitikkurin bleiv samtyktur. Men tað gjørdi einki gott – CO2 útlátið vaks munandi.
Vit í Javnaðarflokkinum hava skotið upp, at tað skal vera ein bindandi veðurlagslóg, har vit hava skyldu at fylgja lógini og harvið minka um útlátið. Og tað mugu vera avleiðingar, um vit ikki gera tað. Um ikki annað at verulig átøk fylgja við veðurlagspolitikkinum. Men ongin áhugi var fyri breiðum semjum.
Veðurlagspolitikkurin hjá samgonguni og Framsókn er eitt ynski. Men veðurlagslógin hjá Javnaðarflokkinum er eitt krav. Og hon er bindandi.
Tíðin er komin til at seta krøv, so vit í felag minka um útlátið. Tí atkvøddi Javnaðarflokkurin ikki fyri uppskotinum hjá samgonguni og Framsókn.
Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna
Politikkur
Veðurlagspolitikkurin hjá samgonguni er grønvasking
Og tí atkvøddi Javnaðarflokkurin ikki fyri honum. Tað er ikki nóg gott at samtykkja ein veðurlagspolitikk, sum onga broyting fremur. Tað eru bara orð. Ongar gerðir.
2022-05-06 10:37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald