Í einum fyrispurningi frá 2021 varð sagt at almannaverkið, millum annað vegan starvsfólkatrot ikki hevði møguleika at veita alla tað tænastuna sum man ynskti at veita.
Tað var eisini sagt at Almannamáraráðið og Mentamálaráðið vóru farin undir at útbúgva folk fyri at nøkta tørvin á arbeiðsmegi til hetta økið. Fyri betur at skilja hvussu støðan er nú verða hesir spurningar settir.
1) Hvussu mong eru tey sum fáa umlættingartilboð frá almannaverkinum vegan fjølbrek
2) Er ein ávísur leistur fyri umlættingini, tvs. hvussu nógv verður játta til hvønn
3) Fáa tey, sum liva saman við fjølbrekaðum borgarum, tilboð um longri �samanhangandi tíðarbil við umlætting, td. feriur o.l.
4) Verða longri periodur við umlætting trektar frá tí umlætting sum hesar familjur vanliga fáa. Kann tað td. henda at ein familja fær at vita, at um tey skulu hava 14 samanhangandi dagar við umlætting, so verður eingin umlætting næstu 3 mánaðarnir
5) Er starvsfólka-støðan á umlættingarøkinum nøktandi
Á Løgtingi, 09/06/2023
Politikkur
Umlætting hjá fjølbrekaðum borgarum
Vit eru sum samfelag, eitt av teimun ríkastu í heiminum. Tí ljóðar tað merkiligt tá man í almenna rúminum hoyrir søgur um at familjur ikki fáa tað hjálp, sum, sæð uttanífrá, tykist vera sjálvsøgd.
2023-06-14 17:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald