Politikkur

 Tíðindaskriv frá Kvinnufelagnum í Havn

Altjóða Kvinnudagur – Rætturin til tryggan abort í Føroyum

2023-03-09 15:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Altjóða Kvinnudagurin 8. mars er bæði ein fagnaðar-og stríðsdagur. Henda
dagin fagna vit teimum úrslitum, sum eru rokkin á javnstøðuleið – og
varpa ljós á tey viðurskifti, sum enn eru eftir at stríðast fyri.

Tað er ein grundleggjandi menniskjarættur at sleppa at ráða yvir egnum
lívi. Henda rættin hava kvinnur í Føroyum ikki tá tað snýr seg um abort.
Tí er málið um rættin til tryggan abort í Føroyum tað týdningarmiklasta
javnstøðumálið at fáa loyst.

Verandi abortlóg í Føroyum varð sett í gildi í 1956 – ella fyri 67 árum
síðani. 67 ár er pensjónsaldur, og Kvinnufelagið heldur, at abortlógin
skal pensjónerast – ongantíð ov skjótt! Men ikki nokk við tíð. Upprunin
til abortlógina er ein donsk abortlóg frá 1937, t.v.s. ein 86 ára gomul
lóg.

Abortar hava til alla tíðir verið framdar – og fara altíð at verða
framdar. Spuringurin snýr seg tí um, um vit vilja hava ótryggar abortar
ella um vit vilja hava tryggar abortar. Um abortar skulu fara fram undir
ótryggum umstøðum, har vandi er fyri lívið og heilsu hjá kvinnuni – ella
um abortar skulu fara fram undir læknafakligum tryggum umstøðum.

Afturat hesum kemur so spurningurin um pengar og stættarmun. Tað ber til
at fáa abort á privatum viðgerðarstøðum í Danmark, men hetta kostar
nógvar pengar. Tær, sum eru fíggjarliga væl fyri, kunnu fara til
Danmarkar at fáa abort. Meðan tær, sum ikki eru fíggjarliga væl fyri,
ikki hava henda møguleika.

Tað einasta rætta er, at vit fáa eina abortlóg í Føroyum, sum tryggjar,
at tær kvinnur, sum ynskja tað, kunnu fáa tryggan abort í Føroyum.

Kvinnufelagið í Havn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder