2023-03-03 14:47
Pengarnir skulu fylgja barninum - Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, hvørs endamál er at geva kommunum heimild til at bjóða foreldrum eina veiting, um tey velja at vera heima hjá barninum.
Tað eru nógv foreldur, ið velja at koyra børnini í barnagarð, men tað finnast eisini nógv foreldur, ið vilja vera heima hjá barninum.
Skipanin loyvir bert barnansing, men Fólkaflokkurin vil geva foreldrunum ein valmøguleika afturat: at pengarnir fylgja barninum.
Tað vil siga, at um foreldrini velja at hava børnini heima, fella pengarnir ikki burtur, men foreldrini fáa ágóðan av upphæddini.
Hetta er ein sjálvboðin skipan fyri kommunurnar og avgerð hvør kommuna sær, um hon ynskir at bjóða sínum borgarum møguleikan.
Tað er umráðandi, at foreldrini sleppa at gera av hvussu gerandisdagurin verður skipaður.
Tað frælsið vil Fólkaflokkurin geva føroysku familjunum.
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald