Síðan barnakonur úr Suðuroynni vórðu noyddar til Havnar at eiga, er lítið gjørt fyri at betra um umstøðurnar og treytirnar, sum barnakonur og teirra familjur hava, tá tey mugu frá hús og heimi í vikuvís.
Nú er ein bati í væntu, tí framyvir fara barnakonur, og teirra familjur í Suðuroynni, ikki at fáa rokning fyri gisting og vistarhald. Familjan telur kanska longu fleiri børn frammanundan, sum aloftast fylgja við foreldrunum til Havnar.
Makin má forsøma arbeiðið og má bert vóna, at arbeiðsgevarin er tolin og ikki hálar fíggjarliga grundarlagið undan familjuni. Í verandi løtu er tað ókeypis at búgva í íbúðunum hjá heilsuverkinum, inntil barnið er føtt. Eftir barnið er komið í verðina, er kostnaðurin 200 krónur um dagin fyri pápan og 50 krónur um dagin fyri hvørt barnið. Øll familjan skal tó gjalda fyri allar máltíðir frá fyrsta degi. Hetta er samanlagt ein óneyðug byrða at leggja oman á familjurnar, sum eru noyddar til Havnar at eiga.
Við hesi avgerð verður tað fíggjarliga lættari hjá familjunum at vera í Havn í samband við føðingina.
Framyvir verður gisting ókeypis, eisini eftir at nýfødda barnið er komið í verðina. Tað skal framyvir eisini verða møguligt, hjá allari familjuni, sum er farin frá húsum at fáa morgunmat, døgurða og nátturða hvønn dag á landssjúkrahúsinum, uttan at gjalda.
Bjarni Hammer
Løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald