Hetta sást í kvøld í sendingini Kom á Val.
Vága kommuna skal virka fyri at eldri eru virkin kroppsliga.
Hetta gera vit viđ at styrkja um endurmenningina á eldraøkinum, soleiđis at øll eldri kunnu vera virkin sum longst, í egnum heimi og koma til venjingar á Sýnini.
Vága kommuna skal harumframt virka fyri at eldri eru virkin sálarliga og sosialt. Her hevur Vesturvòn eitt frálíkt tilbođ, sum eitur Ivanshús, sum er dagtilhald fyri eldri, sum búgva heima. Hetta tilbođ skal stuđlast og mennast alt eftir hvør tørvurin er.
Eitt er hvat verđur lova undir ein valstríđiđ og eitt annađ er, hvat so veruliga verđur gjørt. Hetta vita vit, at hetta samsvarar ikki altíđ. Tí ynskja vit á Borgaralistanum, at eitt eldraráđ verđur sett á stovn, sum ein fastur hoyringspartur hjá Vága kommunu og stýrinum fyri Vesturvón. Vit eru ikki í iva at tađ sita fleiri eldri og ynskja at verđa hoyrd í málum, iđ viđkemur teimum.
Tađ er ongin ivi í, at sum gongdin er nú, er neyđugt, at man sum kommuna, má hyggja uppá alternativar loysnir til bùđ eindir fyri eldri og evt ungar familjur eisini. Her skal man avgjørt gera eina tørvsmeting og møguliga ætlan.
Fyri at eldraøkiđ skal rađfestast enn hægri komandi 4 árini set so x viđ Joan K. Olsen.
Set x viđ Borgaralistan
Politikkur
Eldraøkiđ
Tađ var stuttligt at síggja í Kvf, at Vesturvón liggur 3 ovast á stigmátinum hjá Kvf, tá spurt verđur um eldraøkiđ. Hetta er rokna út, útfrá nøgdsemiskanningini, sum Kvf lat gera, í samband viđ kommunuvaliđ.
2024-10-31 21:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald