Javnaðarflokkurin hevur lagt fram uppskot til samtyktar um at gera eina afturberingarskipan til smáar fyritøkur, sum hava starvsfólk í starvi, sum ikki eru fevnd av dagpeningaskipanini. Hetta fyri at betra umstøðurnar hjá smærri vinnurekandi og samstundis verja rættin hjá starvsfólkunum til løn undir sjúku.
Smáar fyritøkur eru í vanda fyri at fara av knóranum, verður starvsfólk rakt av sjúku. Hetta eru tær fyritøkur, sum hava starvsfólk, sum eru at rokna sum starvsmenn, tí starvsmenn hava rætt til løn undir sjúku. Starvsmenn eru til dømis tey, sum arbeiða í handli, á skrivstovu ella á vørugoymsluavgreiðslu. Henda rættin hava tey gjøgnum starvsmannalógina.
Aðrar smáar fyritøkur, sum hava fólk í starvi, sum ikki eru at rokna sum starvsmenn, rinda fyrsta og næsta sjúkradag hjá starvsfólkum sínum, og síðani verða starvsfólkini fevnd av dagpeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Tí er stórur munur á, hvussu stórar fíggjarligar avleiðingar standast av, at eitt starvsfólk verður rakt av sjúku.
- Í Javnaðarflokkinum viðurkenna vit trupulleikan við, at smærri fyritøkur kunna verða fyri fíggjarligum smeiti, verður starvsfólk rakt av sjúku. Men vit vilja undir ongum umstøðum taka rættindini frá starvsmonnum til løn undir sjúku. Tí skjóta vit upp, at landið ger eina afturberingarskipan til smáar fyritøkur, sum hava starvsmenn í starvi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Javnaðarflokkurin vísir í viðmerkingunum á, at ein slík afturberingarskipan kundi blivið skipað nakað sum afturberingarskipanin, sum er galdandi í sambandi við starvsfólk, sum fara í barnsburðarfarloyvi.
- Hvørki arbeiðsgevari ella arbeiðstakari eigur at stúra fyri, at sjúka brádliga rakar og tekur grundarlagið undan virkseminum. Tí vóni eg, at samgongan tekur undir við uppskotinum, so vit skjótast møguligt fáa eina afturberingarskipan til smáu fyritøkurnar, sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin og formaður í Vinnunevndini.
Javnaðarflokkurin mælir í uppskotinum til, at landsstýrismaðurin ger nærri ásetingar um, nær talan er um smærri vinnurekandi t.d. við støði í tali av starvsfólkum og/ella umsetningi í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald