“Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.” Tað er niðurstøðan í svari, sum eg fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, tá eg spurdi hana, hvussu langt arbeiðið er komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll. Landsstýriskvinnan vísir á, at seinasta tíðin hevur verið merkt av nógvum samráðingum og verkføllum, og tískil hevur tað ikki verið rætta tíðin at taka hetta málið upp.
Eg skilji væl hetta sjónarmiðið, men avbjóðingin er tó, at tað er ongantíð friðartíð á arbeiðsmarknaðinum – serliga tá hugsað verður um, at nógvir sáttmálar eru fleiri ár afturút.
Neyðugt við reglum um undantøk
Tað eru nøkur arbeiði, sum ikki kunnu leggjast lamin orsaka av verkfalli, og tí mugu undantøk gerast. Seinast vit sóu hetta, var tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í verkfalli í fjør. Tá verkfallið hevði vart í nakrar vikur, boðaði fakfelagið frá, at nú blivu eingi undantøk givin longur. Samtíðis segði ein sjúkrahússtjóri, at hann kundi ikki longur lova, at trygdin á sjúkrahúsinum var í lagi. Tá noyddist landsstýrið at leggja uppí, tí hvør vil standa við ábyrgdini, um sjúkrahúsini lata aftur, ella um fólk doyggja orsaka av einum verkfalli?
Tað sum er serliga óheppið við eini slíkari støðu er, at fakfeløgini missa eitt amboð í lønartrætuni, og tann sum tekur hetta amboðið frá teimum er politiski myndugleikin - sum eisini er mótpartur í lønarsamráðingunum.
Um vit høvdu eina fasta avtalu millum partarnar um undantøk, so høvdu fakfeløgini sjálvsagt kravt at fingið nakað afturfyri henda mista trumfin. Tað sum nú hendir, er at Løgtingið má við lóg taka trumfin frá feløgunum, og tey fáa einki afturfyri.
So leingi sum eingin føst avtala er, fer løgtingið aftur og aftur at verða drigið inn í lønarósemjur, og líkamikið hvussu atfinningarsamir politisku flokkarnir eru ímóti hesum, meðan teir eru í andstøðu, so fara teir kortini at vera noyddir at atkvøða fyri tí, tá teir eru í samgongu.
Hetta amboðið manglar
Eg haldi tí, at ein roynd eigur at verða gjørd skjótast gjørligt, fyri at finna semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum um henda spurningin. Sjálvandi fara fakfeløgini at krevja at fáa okkurt afturfyri, og tað má politiski myndugleikin góðtaka.
Vit hava ein vælskipaðan arbeiðsmarknað, men hetta amboðið manglar framvegis, og tí eigur tað at verða loyst. At bíða eftir friðartíð nyttar ikki, tí friðartíð á arbeiðsmarknaðinum verður ongantíð.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald