Á vári 2023 kom álitið frá arbeiðsbólki um broytingar í fólkaskúlalógini, og fleiri av tilmælunum verða nú førd út í lívið. Í álitinum verður m.a. víst á, at føroyskir næmingar hava longstu skúlaviku samanborið við næmingar í hinum Norðurlondunum. Hetta hevur ført til drúgvar skúladagar, har næmingar tykjast at møðast nógv, serliga móti endanum av skúladegnum, verður ført fram í uppskotinum, sum Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, nú hevur sent til hoyringar. Eisini verður sagt, at læruúrtøkan er munandi minni í teimum seinastu undirvísingartímunum á degnum. Lærarar og skúlaleiðarar siga, at næmingar eru merktir av mótloysi og lítlari orku móti endanum av longu skúladøgunum, verður ført fram í uppskotinum.
Heilt ítøkiliga verður tað undirvíst, við ætlaðu broytingini, í 1. og 2. flokki 23 tímar og í 3. flokki 25 tímar um vikuna. Tað er ein lækking á 7 undirvísingartímar í grunddeildini. Í 4. og 5. flokki verður tímatalið 28 tímar um vikuna og í 6. flokki 29 tímar. Hetta merkir í alt 7 undirvísingartímar færri í miðdeildini. Í 7., 8. og 9. flokki verða tað, íroknað vallærugreinir, í alt 31 undirvísingartímar um vikuna. Hetta vil siga ein samlað lækking á 14 tímar í hádeildini íroknað vallærugreinirnar týskt og alis- og evnafrøði.
Í álitinum frá 2023 varð eisini mælt til at lækka næmingatalið í flokkunum. Tað er longu gjørt við lóg, har ásett er, at ikki fleiri enn 22 næmingar skulu vera í hvørjum flokki. Lærarafelagið hevði eitt ynski og eina vón um størri lækking av næmingatalinum, men tað vann so ikki frama. Men allur bati bøtir, so tað eru vit sjálvandi fegin um.
Við broytingini í fólkaskúlalógini, sum nú er farin til hoyringar, er m.a. eisini ætlanin, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin, at endurskoða lærugreinabýtið, at kveikja skapandi og verkliga lærihugin hjá næmingunum, at raðfesta flokslæraraleiklutin og at styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild.
Føgur orð, men eisini sera grundleggjandi broytingar, sum uttan iva fara at hava stóra ávirkan á skúlan. Tí mugu allar broytingar hugsast og arbeiðast væl og virðiliga ígjøgnum og helst gerast í eini heild, umframt at roynast av í praksis og javnan eftirmetast, so tær ikki fáa óhepnar fylgjur. Skeri eg teg her, missi eg teg har, sigur orðatakið, og tað kann skjótt henda.
Seinastu árini hava vit sæð fleiri dømi um óhepnar fylgjur, tá ið broytingar hava verið gjørdar í eitt nú lærugreinabýtinum. Fyri nøkrum árum síðani vórðu tveir tímar í samfelagsfrøði og ein tími í alis- og evnafrøði lagdir aftrat tímatalvuni. Tað vil siga tríggjar tímar eyka á tímatalvuna um vikuna, sum var ríkiliga stór frammanundan.
Um tímabýtið skal broytast, mugu næmsætlanir og próvtøkuhættir eisini broytast samsvarandi. Og ein kann siga, hvat ein vil, men at fyrigykla okkum, at næmingarnir fara at fáa líka so nógv burturúr í einum faki tveir tímar um vikuna heldur enn fýra, bara við at stytta samlaða tímatalið, er bláoygt. Sjálvandi mugu vit meira og minni góðtaka nøkur faklig kompromis her og har, tá ið vit lækka tímatalið so nógv, sum verður lagt upp til nú. Spurningurin eru bara, hvussu nógv og hvat kunnu vit liva við?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald