Politikkur

  Ársfrágreiðing frá landsbankanum

Ársfrágreiðingin frá Landsbankanum er nú tøk og umrøður millum annað landskassans gjaldføri og skuld, landsbankans virksemi, umframt fíggjarviðurskifti landsbankans í 2022.

2023-04-04 16:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Landsbankin er nú á fíggjarlógini, sum ein vanligur stovnur. Samlaða inntøkujáttanin var í 2022 1,6 mió. kr. meðan samlaða útreiðslujáttanin var 9,7 mió. kr., tvs. ein netto játtan á 8,1 mió. kr.

Samlaðu útreiðslurnar hjá Landsbankanum vóru 9,2 mió. kr. í 2022 samanborið við 10,1 mió. kr. í 2021. Av teimum 9,2 mió. kr. vóru 7,1 mió. lønir (6,9 mió. kr. í 2021) og 2,1 mió. kr. keypa av vørum og tænastum (3,2 mió. kr. í 2021). Keyp av vørum og tænastum er í stóran mun útreiðslur til KT, virðisbrævabókhald og aðra sakkøna hjálp. Í 2021 var eisini ein stór útreiðsla í sambandi við greining av Betri samtakinum gjørd av Deloitte, og hon var ikki í 2022, tí eru útreiðslurnar tað lægri í 2022 samanborið við 2021.

Á inntøkusíðuni er játtanin 1,6 mió. kr., men inntøkan gjørdist 1,8 mió. kr. Landsbankin fær inntøkur av at umsita Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og av at umsita ogn hjá almennum grunnum.

Les ársfrásøgninga frá landsbankanum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder