Vigga Hansen besta flmin

mentan14-07-2020 - 11:24 - Jóanis Nielsen

Vinnarin av SprittFisk flmskappingini funnin!

Spenningur var í luftini, tá ið sýningarnar av teimum 19 filmunum, í filmskappingini ”SprittFisk” hjá Klippfiski, vórðu stroymdar út til luttakararnar sunnukvøldið 12.juli.

Evnið var Korona og snávingarsteinurin(benspænd'ið) var, at hugtakið Korona ella Covid 19 ikki mátti nevnast i filminum, sum skuldi vera 3-7 min. til longdar. Dómsnevndin legði dent a ta góðu søguna og ta persónligu søguna.

60 luttakarar, runt um i Føroyum, høvdu teknað seg til filmskappingina. Miðað varð imoti at fáa ein fjølbroyttan luttakaraskara, og má hetta sigast at hava eydnast til fulnar. Yngsti luttakari var 6 ár og elsti luttakari var 76 ár. Ongi krøv vóru til filmsroyndir, filmsútgerð ella filmssjangru.

Eftir sýningarnar avdúkaði Hanna Jensen vinnaran av filmskappingini SprittFisk 2020. Tey trý ið mannaðu dómsnevndina vóru Heini i Skorini, Teitur Lassen og Hanna Jensen.

Vigga Hansen besta flmin

Besta filmin átti 12 ára gamla Havnagentan Vigga Hansen. Filmurin uttan heiti, er ein filmaður filosofiskur dagbókatekstur frá aktuella koronu-tiðarskeiðnum; heilt neyvt fevnir hann um dagin, tá kunngjørt varð, at skúlar, fritiðarskúlar og dagstovnar stongdu, og til konkluderandi skrivingina tann 18.mai, sum var

dagurin, tá restin av skúlabørnunum i hesum aldrinum fóru i skúla aftur.

Um filmin segði dómsnevndin ma. soleiðis:

Útsagnirnar eru kveikjandi og elva til kjak og hugsan. Filmurin setur spurningar um, hvussu mann skal liva, tá mann hevur tað á ein ávísan hátt, og hann leggur seg væl í dagbókasjangruna sum ein føroysk Anna Frank, men í filmsmiðli og við avbyrgingini í felag.”

Si filmin her:

https://www.youtube.com/watch?v=YRW-jkOKJF0&feature=youtu.be