Vesturleiki skal til høvuðsumvæling í Norra

Vinna04-02-2018 - 13:57 - Jóanis Nielsen

 Sørvágstrolarin Vesturleiki kom í Ánirnar í dag, teir hava fiskað svartkalva eystanfyri, Vesturleiki hevur uml. 65 tons, sum teir landa í Ánunum í morgin.

Tá ið liðugt er at landa fara teir á Miðvág, har trolgreiðir o.a. verður koyrt í land, tí skipið skal til høvuðsumvæling í Norra, har teir m.a. skulu sandblásað alt skipið.

Arbeiðið skal byrja 12 februar og mett verður, at arbeiðið kemur at taka uml. 5 vikur.