Tjørnuvík: Seks veðrar vórðu seldir fyri kr. 137.700

mentan18-09-2021 - 22:10 - Jóanis Nielsen

Tað gekk væl tá ið tjørnuvíksingar, saman við nógvum ferðafólki, vóru í Stakkinum eftir veðrum.

Veðrið var av tí besta og raksturin gekk væl.

Uppboðssølan gav 137.700,- fyri 6 seyðir. Sum er óhoyrt met. Teir livandi seyðirnir vigaðu 88, 85, 78, 78 pund og teir tveir, ið blivu upp flettir og lutirnir seldir einsæris vigaðu 71 og 75 pund

Í fjør var seyðurin seldur fyri 146.000 kr., men tá vóru fleiri seiðir.

Myndirnar hevur vestmenningurin Petur Joensen lagt út á Facebook.ds