Slupp- og grilltúrur

mentan02-07-2020 - 14:00 - Jóanis Nielsen

Kom við á hugnaligan grilltúr við Johonnu TG 326. Sigla úr Runavík til Strendur og vitja Sjóvar fornminnisfelag.

Leygardagin 11. juli vitjar sluppin Johanna TG326 á Skálafirðinum og bjóðar gestum umborð til eina máltíð og uppliving. Johanna TG326 er gomul ensk slupp, ið varð bygd í Essex í Suðuronglandi í 1884 og seld til Vágs 10 ár seinni. Hon er ein av fáu sluppunum, ið eru eftir í Føroyum nú.

Slupptúrurin byrjar og endar í Runavík. Siglt verður inn á Heygsstøð á Strondum, har vit vitja Sjóvar fornminnisfelag, ið hevur sersýning við myndum frá seinna heimskríggi, nú tað eru 75 ár síðan, at tað endaði og bretska hersetingin var av.

Vera Lynn setir dám á túrin
Ymsar søgur hava verið um undirhaldarar, ið hava verið og framført fyri bretsku hermonnunum í Føroyum undir krígnum. Ein tann kendasta, ið sigst at hava verið í Føroyum, er kenda songkvinnan Vera Lynn, ið andaðist herfyri, 103 ára gomul. Hon sigst eitt nú at hava framført á Strondum. Hennara tónleikur fer at seta dám á túrin.

Umborð á sluppini er grillaður búffur, salat og epli at fáa. Harumframt er ein barnamatskrá við grillaðum pylsum.
Fyrri túrur verður av fiskivinnuhavnini í Runavík kl. 11:00. Seinni túrurin kl. 14:00.

Túrurin hóskar seg væl til familjur.

Kostnaður: 200 kr. fyri vaksin, 100 kr. fyri børn.

Max: 50 fólk.

Túrurin tekur uml. 2 tímar.

Visit Runavík skipar túrarnar í samstarvi við slupp og manningina á Johonnu TG326. Meira kunning er á whatson.fo og á facebookvangan hjá Visit Runavík.