Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimið á Sýnini

Lýsing13-07-2020 - 20:18 - Jóanis Albert Nielsen

Ert tú ein eldhugaður og samstarvssinnaður sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað kanska júst tær vit leita eftir sum okkara komandi starvsfelagið. 

Á heiminum á Sýnini hava vit 37 bú-, endurvenjingar-, og umlættingarpláss. Vit eru partur av Heimatænastuni í Vágum, sum veitur ymiskar tænastur til umleið 150 borgarar. Talan er tá um samskipaða tænastu, sum kann verða heimahjálp, heimasjúkrarøkt, mattænasta, dagtilboð og fyribyrgjandi heimavitjanir.   

Vit vilja saman tryggja, at borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst. 

Søkt verður eftir:

-      Sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi til Uppistovu á starvsbrøk 0,8 í skiftandi vaktum at byrja 1.septembur 2020 ella eftir nærri avtalu

Førleikakrøv:

-       Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

-       Kann verða fyrimunur at hava starvsroyndir innan økið 

Vit vænta at tú:

-      Hevur áhugað í at arbeiða samsvarandi okkara málum

-      Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur

-      Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi

-      Er reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar

-      Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhuga í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing

-      Er áhuga/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvið og toymum

-      Kennir viðkomandi lógir á økinum, faklig krøv og mannagongdir

 

-      Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

-      Við jaligum hugburði gevur títt íkast til ta broytingartilgongd, sum Heimatænastan í løtuni er í 

Vit bjóða tær:

-      Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum 

-      Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag

-      Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur

-      Møguleikan at fáa ávirkan á menning og tænastur vit veita

-      Góða innleiðslu

Meiri kunning:

Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Vanju Carlsen deildarleiðara á tlf. 793212 ella til Jóngerð M. Nielsen, leiðara, tlf. 793201

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett frá 1. Septembur 2020 ella skjótast tilber og lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvum, autorisatión, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: htv@htv.fo Viðmerkið: “sjúkrarøktarfrøðingur til Uppistovu”. 

Umsóknarfreistin er 10. August 2020 kl.12.00